Uttanlands

Nýggja Ruth tekur skap

Talan verður um størsta fiskiskip í danska flotanum, tá tað eftir ætlan skal handast Gullak Madsen í summar

Mynd: Karol Sielawa

Mynd: Karol Sielawa

2021-01-13 17:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroyingurin Gullak Madsen, sum býr í Hirtshals, letur í løtuni eina nýggja og stóra Ruth byggja.

Talan verður um størsta fiskiskip í danska flotanum, og skrokkurin er nú komin væl ávegis.

Skrokkurin, sum verður gjørdur í Gdynja í Póllandi er málaður, og nú manglar sum so bara at seta brúnna á, og síðan verður skrokkurin sleipaður til Skagen, har skipið skal gerast liðugt á Karstensens skipasmiðjuni. 

Nýggja Ruth verður knappar 90 metrar lang, og 17 metrar breið, og skrokkurin verður líka sum tann hjá nýggja Christian í Grótinum.

Hetta er næsti nýbygningurin, sum Gullak Madsen letur byggja í Skagen.

Undanfarna Ruth, sum Gullak Madsen lat byggja í 2016, varð seld til Noregs í fjør, og í tí sambandi yvirtók Gullak Madsen eitt eldri nótaskip, sum skal fiskakvoturnar til nýggja Ruth eftir ætlan verður latin eigarunum í juni í ár.

placeholder
placeholder