Innanlands

Pf. Fiskaaling skipar fyri aliráðstevnu

“Vitan til varandi aling” miðar eftir at savna granskar og fakfólk úr vinnuni

2021-01-19 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

5. mars skipar Pf. Fiskaaling fyri ráðstevnu um aling í Føroyum. Ráðstevnan ber heitið “Vitan til varandi aling”, og verður á Hilton Garden Inn í Tórshavn. Endamálið er at menna vitan um aling og viðurskifti, ið hava at gera við aling og teir karmar, alingin virkar í.

- Vit vilja bjóða til eina ráðstevnu, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri føroysku alivinnuna, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Á ráðstevnuni verður dentur lagdur á evni innan fyri burðardygga nýtslu av firðum, lús og um fiskavælferð. Eisini fer Rúni Dam frá Spf. Avrik at leggja fram hagtøl og metingar um føroysku alivinnuna.

Upplýsingar um tilmelding eru á heimasíðuni hjá Fiskaaling.  

placeholder
placeholder