Innanlands

Fagraberg hevur landað svartkjaft í Fuglafirði

Fagraberg hevði umleið 2800 tons við til lands

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-21 19:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Teir høvdu fiskað umleið 2800 tons av svartkjafti, sum teir skuldu landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder