Innanlands

Úr at gera hjá Faroe Origin í gjár

Allir seks trolararnir hjá virkinum landaðu eftir páska høgtíðina

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-04-07 07:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Faroe Origin var gólvið ikki turt tá ið páskini vóru liðug.

Ikki minni enn seks trolarar skuldu landa til virki. Talan var um allar seks trolararnar, sum eru knýttir at virkinum.

Partrolararnir Stelkur og Bakur landaðu 110.000 pund, har meginparturin av veiðuni var upsi.

Heykur og Falkur landaðu eitt vet meira - 140.000 pund, har eisini meginparturin av veiðuni var upsi.

Rókur landaði 15.000 pund har tað mesta var ysa og kongafiskur.

Lerkur landaði 60.000 pund hvar meginparturin av veiðuni var kongafiskur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder