Innanlands

Gøtunes hevur landað svartkjaft í Skagen

Gøtunes hevur landað 3000 tons í Skagen

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-05-28 18:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur júst landað 3000 tons í Skagen.

Gøtunes hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Gøtunes er nú liðugur við svartkjaftafiskiskapin á hesum sinni, og skal nú rigga til makrelfiskiskapin, sum verður í juli.

Gøtunes verður á Runavík um 19 tíðina í kvøld. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder