Innanlands

Jupiter skal riggast til makrelfiskiskapin í komandi viku

Jupiter skal gera ymiskt arbeiði hjá Mest í Havn áðrenn skipið fer á makrelveiðu

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-06-02 13:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter, sum hevur heimstað í Kollafirði, skal í komandi viku spakuliga riggast til makrelfiskiskapin.

- Skipið skal til Mest í Havn, har turbinurnar skulu yvirhálast, og so fara vit at rigga til makrelfiskiskapin, sigur Jógvan Martin Ferjá, sum er reiðari á Jupiter.

Jupiter hevur fiskað eitt sindur av. svartkjafti í ár, men hevur ligið síðan apríl mánaða.

- Mett verður at arbeiðið við yvirhálingini tekur eini fimm dagar, og vit koma á Havina mánadagin, sigur Jógvan Martin Ferjá, reiðari.

Jupiter hevur havt eina kvotu, sum eitur 2600 tons av makreli, og nú kann væntast at tann kvotan fer at økjast eitt sindur, tó uttann av vita heilt hvat hon verður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder