Innanlands

Góðar 53 milliónir í avlopi

Vónin hevði eitt gott ár í fjør. Eginognin hjá Vónini er nú omanfyri 300 milliónir krónur. Í samtakinum starvast 450 starvsfólk og harav 100 í Føroyum

(Mynd: Vónin)

(Mynd: Vónin)

2021-06-15 23:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árið 2020 gjørdist enn eitt gott ár hjá Vónin samtakinum. Úrslitið fyri Vónin samtakið í 2020 var 53,4 mió.kr. í mun til 52,9 mió.kr. í 2019. Úrslitið er eitt vet betur enn undanfarna ár. Sølan fyri samtakið var 511,2 mió.kr í 2020. í mun til 522,4 mió.kr. í 2019. Hóast sølan minkaði frá 2019 til 2020, vegna alheimsfarsóttina, Covid-19, megnaði Vónin samtakið at tillaga teirra rakstur, soleiðis at úrslitið bleiv betur enn undanfarna ár. Við ársenda 2020 var eginognin fyri Vónin samtakið 308,3 mió.kr. í mun til 275,2 mió.kr.

Umleið 2/3 av samlaðu søluni hjá samtakinum er til kundar uttanfyri Føroyar. Meira enn ein triðingur av samlaðu søluni er til alivinnuna, har ið Vónin samtakið serliga hevur upplivað ein vøkstur á skotska marknaðinum.

Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Íslandi, Danmark, Norra og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild í Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna, og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna.

Felagið í Grønlandi, Qalut Vónin, ið hevur góða staðseting á fýra týðandi havnum, hevur virkað til at Vónin er blivin størsti veitari til botn- og rækjutrolsvinnuna á marknaðinum.

Eitt nýmótans framleiðsluvirkið í Litava, við sínum núverandi 10.000 fermetrum og áleið 250 starvsfólkum, tryggjar at karmarnir fyri at Vónin kann veita eina álítandi og kappingarføra vøru av hágóðsku til fiski- og alivinnuna um alt Norður Atlantshavið er til staðar.

Fyri at verða slóðbrótandi á marknaðinum hevur Vónin valt at styrkja teirra grundarlag innan nýmenning av fiskaútgerð. Vónin hevur keypt donsku menningarfyritøkuna Volu Ventis ApS, ið hevur drúgvar royndir innan aero- og hydrodynamik.

Vónin er eitt av tólv feløgum, ið luttekur í vinnulívsverkætlanini, Burðardygt Vinnulív, sum hevur til endamál, at menna burðardyggar mannagongdir í føroyska vinnulívinum, og lúka krøvini hjá ST um burðardygga menning.

Starvsfólkatalið í samtakinum er umleið 450 starvsfólk við ársenda 2020. 100 av teimum starvast í Føroyum.

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botn-og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr. Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr. Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder