Innanlands

Nú taka tey oljuna úr Eivindi

Tá øll oljan – 39.000 litrar – er fingin úr skipinum, verður avgjørt, hvat so skal henda

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-03 07:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun fór Grønanes undir at taka oljuna úr Eivindi, sum fyrrapartin í gjár sigldi á flesjarnar.

Eivind hevur 39.000 litrar av olju, so tað fer at taka eina góða løtu at tøma skipið, upplýsir MRCC fyri Kringvarpinum. Tá oljan er fingin úr skipinum, verður avgjørt, hvat so skal henda.

Veðrið er gott, og verður tað eisini gott komandi dagarnar, so bjargingin hevur sum so ongan skund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder