Innanlands

Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum á sama stigi sum í fjør

Fyrra hálvár í ár útfluttu vit fiskavørur fyri 3,9 milliardir krónur, ið er tað sama sum fyrra hálvár í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-22 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært Hagstovuni útfluttu vit fyri 4,1 milliardir krónur fyrra hálvár í ár. Tað er 140 milliónir krónur minni enn fyrra hálvár í fjør, men verður bara hugt at fiskavøruútflutninginum, er hann áleið tann sami, sum í fjør. Fyrra hálvár útfluttu vit fiskavørur fyri 3,9 milliardir krónur.

Fyrra hálvár varð útflut minni av makreli. Í ár varð útflutt 10.000 tons, meðan nøgdin í fjør varð 36.000 tons. Útflutningsvirðið í ár er 102 milliónir, meðan tað var 421 milliónir í fjør.

Laksaútflutningurin er tó vaksin aftur, og har er útflutt fyri nærum tveir milliardir krónur fyrra hálvár. Nøgdin er 38.000 tons, og tað er tað mesta nakrantíð eitt hálvár, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av botnfiskasløgunum toski, upsa og hýsu er tó eisini minkaður. Mest fyri toskin – 12 prosent – og minst fyri hýsu, har minkingin er eitt prosent. Í nøgd er útflutningurin av hýsu tó vaksin úr góðum 3.600 tons í fjør, til nærum 4.000 tons í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder