Innanlands

Móttøka fyri nýggja tænastuskipinum hjá Bakkafrost

Leygardagin verður skipað fyri almennari móttøku á Glyvrum

2021-09-17 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Almenn móttøka verður á Glyvrum leygardagin tá nýggja tænastu skipið hjá Bakkafrost, M/S Bakkanes kemur.

Dagurin verður hátíðarhildin við røðum og horntónleiki, og møguleiki verður at vitja umborð á skipinum.

Tað var í apríl at Bakkafrost keypti veitingarskipið Bakkanes úr Noregi, og tað er seinastu mánaðirnar umbygt til tænastuskip. Bakkanes skal brúkast til skotska alivirksemið hjá Bakkafrost.

Bakkanes er 73,4 metrar langt og 16,6 metrar breitt.

[object Object](Mynd: Bakkafrost)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder