Innanlands

Tvey nýggj reiðarí innan uppsjóvarvinnuna

Tvey nýggj feløg hava fingið tillutað uppsjóvarkvotur til ítøkiligt skipakeyp, men sáttmálarnir eru útgingnir

Bjarni Olafsson var eitt av skipiunum, sum skuldi koma í flotan, men sáttmálarnir uppá skipini eru útgingir

Bjarni Olafsson var eitt av skipiunum, sum skuldi koma í flotan, men sáttmálarnir uppá skipini eru útgingir

2021-09-20 21:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í dag er komið fram, at tvey nýggj feløg eru sloppin upp í uppsjóvarvinnuna. Talan er um eitt felag úr Havn og eitt úr Suðuroynni.

Bæði feløgini hava fingið 3.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild, og 9.000 tons av svartkjafti.

Keldur, sum Portalurin hevur tosað við, siga, at bæði feløgini høvdu útvegað sær skip.

Annað skipið var íslendska uppsjóvarskipið Bjarni Olafsson, meðan hitt skipið er ókent enn.

Av tí at viðgerðatíðin gjørdist so drúgv, so gingu báðir keypssáttmálarnir út.

Talan var um sera nógvar umsóknir til kvoturnar, og ein av treytunum var, at man skuldi útvega sær skip áðrenn man kundi søkja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder