Innanlands

Kvotur játtaðar til fimm verkætlanir

Kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti eru játtaðar til fimm verkætlanir – Talan er um tríggjar verkætlanir viðvíkjandi vinnuligum royndum og tvær til ítøkilig skipakeyp

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Savnsmynd)

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Savnsmynd)

2021-09-27 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sambært § 49, stk. 1 í sjófeingislógini tikið avgerð um at játta kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til fimm verkætlanir.

Talan er um tríggjar verkætlanir viðvíkjandi vinnuligum royndum á virkjum á landi og tvær verkætlanir til ítøkilig skipakeyp.

Fiskimálaráðið fekk 44 umsóknir um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, harav tær 14 vóru til ítøkilig skipakeyp. Í mun til lógarbundna metingargrundarlagið í løgtingslógini um sjófeingi og í kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir, komu fleiri væl undirbygdar umsóknir inn.

Nøgdin, sum søkt verður um í teimum 44 umsóknunum, er tó nógv meir, enn hvat er sett av sambært sjófeingislógini, og tí kann kvota ikki verða játtað øllum skikkaðum umsóknum, skrivar Fiskimálaráðið.

Játtað er trimum verkætlanum kvotur til vinnuligar royndir til menning og nýskapan. Í heildarmetingini er umframt at meta um, hvussu verkætlanin stuðlar undir menning og nýskapan, dentur lagdur m.a. á fíggjarliga orku hjá umsøkjarunum, eins og hvørjar førleikar grundarlagið fyri vinnuligu royndini ella verkætlanini er bygt á.

Harumframt er eisini lagt til grund at lata kvotur til verkætlanir, sum heilt ella í stóran mun eru bygdar á uppsjóvarfisk eina, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann partin av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk.

Avgerð landsstýrismansins er, at feløgini Sp/f Tavan í Leirvík, P/F Vestmanna Fiskavirki í Vestmanna og Sp/f 31.01.2011 á Sandi fáa kvotur játtaðar.

Talan er um treytaðar játtanir, har feløgini innan 4 vikur skulu vísa á endaligt skjalprógv fyri m.a. avtalu við skip at fiska kvoturnar, fíggjarligari orku og møguligari lánsfígging.

Feløgini Sp/f Ango í Vági og Sp/f Gráastein í Tórshavn fáa kvotur játtaðar til ítøkiligt skipakeyp.

Játtað er tveimum verkætlanum kvotur í sambandi við ítøkiligt skipakeyp. Verkætlanir, ið snúgva seg um ítøkilig skipakeyp, hava tørv á lutfalsliga stórum kvotum, um tær skulu kunna fremjast í verki. Í viðgerðini er dentur lagdur á treytirnar i lóggávuni og í metingarskjalinum. Harumframt hevur landsstýrismaðurin í síni avgerð lagt dent á fíggjarliga styrki í eginpeningi, eins og hvørjar beinleiðis royndir sjálvir stigtakararnir hava til fiskiskap og skiparakstur, skrivar Fiskimálaráðið.

Talan er um treytaðar játtanir, har feløgini innan 4 vikur skulu vísa á endaligt skjalprógv fyri m.a. eginpeningi, lánsfígging og endaligum keypssáttmála.

Meira kunning sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder