Innanlands

Sleppur ikki at vísa havbotnin kring Føroyar

Danskir hernaðarmyndugleikar skulu geva loyvi fyrst. Stjórin á Vikmar undrast stórliga

Botnurin við Mjóvanes (Mynd: Vikmar)

Botnurin við Mjóvanes (Mynd: Vikmar)

2021-10-05 11:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska fyritøkan Vikmar, sum selur tekniska útgerð til bátar og skip, hevur í dag fingið kravboð frá Umhvørvisstovuni um at fjerna allar dátur yvir havbotnin kring føroyar, sum felagið annars hevur gjørt alment tilgeingiligt hesa seinastu tíðina.

Tí fyritøkan hevur ikki loyvi til at gera slíkt sambært eini danskari lóg “om stedbestemt information”, sum hon kallast, og varð sett í gildi í Føroyum við ríkislógartilmæli í desember 2018 og sett í gildi í februar 2019.

Umhvørvisstovan vísir til grein 7 í hesi lógini, sum er soljóðandi: “Før søopmåling til andre formål end fremstilling af søkort må foretages i farvandene omkring Færøerne, skal der indhentes tilladelse hertil hos energi-, forsynings- og klimaministeren. Til brug for ministerens afgørelse, om der kan gives tilladelse, skal ministeren indhente en udtalelse fra landsstyret og Forsvarsministeriet”.

Tað er stjórin í Vikmar, Jan Hammer Egholm, sum ber hesi tíðindi á einum uppslagi á Facebook í dag.

Og at hann er ónøgdur við hesa avgerð er týðulig.

Jan Hammer Egholm skilir ikki, hví tað skal verða bannað teimum at leggja framúr góðu myndirnar, sum kunnu gerast av havbotninum við nýggjastu tøknini uttan at spyrja danska verjumálaráðið eftir.

Serliga tá allir topografiskir upplýsingar oman fyri havskorpuna liggja frítt tilgeingiligir á eitt nú GoogleMaps og Kortal.fo

Les eisini: Vikmar avdúkar landslag á botni 

Serliga undrast Jan Hammer Eghom yvir, at tað var Tjóðveldi, sum legði hesa fyriskipan fyri tingi og harvið tók stig til, at hetta kom at galda í Føroyum.

- Haldi hetta verða sera álvarsligt og vóni at hetta alt er ein stór misskiljing, at handa danksa lógin er komin í gildið her? Hvat siga føroyskir politikkarar til hetta? Vita teir í heilatikið av hesum? spyr hann í Facebook-uppslagnum, ið sæst herundir:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder