Innanlands

Isafold landar makrel í Fuglafirði

Danska uppsjóvarskipið landar 1000 tons av makreli til Pelagos

Savnsmynd

Savnsmynd

2021-10-06 21:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Isafold úr Hirtshals kom í nátt á Fuglafjørð, har teir skulu landa makrel.

Isafold hevur verið á makrelveiðu, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landa til Pelagos, har makrelurin verður framleiddur til matna.

Isafold landaði eisini makrel í Fuglafirði í síðstu viku. Tá var nøgdin 750 tons. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder