placeholder
Innanlands

Fiskaaling leggur granskingardátur alment út

Saman við Havstovuni og Umhvørvisstovuni verða umhvørvisdátur nú lagdar út á envofar.fo

Streymmátari verður settur út í Kaldbaksvirði (Mynd: Fiskaaling)

Streymmátari verður settur út í Kaldbaksvirði (Mynd: Fiskaaling)

2021-10-07 09:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Open access er eitt alt meira vanligt hugtak í granskingarverðini, og inniber tað, at granskingarúrslit, greinar og dátur verða kunngjørd á internetinum og eru ókeypis til taks.

Tað er umráðandi, at tilfarið er lætt at finna, atkomuligt, lesiligt og væl lýst. Endamálið er m.a. at veita gjøgnumskygni í tað arbeiði, ið verður gjørt. Fleiri granskingargrunnar, so sum Granskingarráðið og Horizon, mæla til ella seta sum krav, at tilfarið verður júst 'open access'.

Ymiskt hevur verið, hvussu ymiskir stovnar ella fyritøkur hava latið innlit í granskingartilfar, og tað hevur undir øllum umstøðum verið torført at vita sær hvat, ið ein hevur møguleika at finna.

ENVOFAR er ein slík skipan, sum bjóðar ókeypis føroyskt granskingartilfar og kunning um vistskipanir á sjógvi og landi. Tænastan er eitt samstarv ímillum Havstovuna, Umhvørvisstovuna og Fiskaaling. ENVOFAR stendur fyri Umhvørvisdátur um vistskipanir á landi og sjógvi í Føroyum.

[object Object]
Erna Lava Olsen, havfrøðingur

- Fyri Fiskaaling er tað eingin fyrimunur, at okkara dátur samla støv í onkrari skuffu. Vit kunnu bara gleðast um, at eisini onnur kunnu nýta dátur, sum vit hava innsavnað. Hetta tilfarið kann eitt nú vera hent at brúka í undirvísing ella til ritgerðir á miðnámi, bachelor- ella masterstigi. Tað er eitt endamál í sjálvum sær, at tilfarið og dáturnar, vit hava savnað, kunnu gagnnýtast av enn fleiri, sum hava tørv fyri tí, sigur Erna Lava Olsen, havfrøðingur og granskari á Fiskaaling, sum tó leggur afturat, at dátur, ið eru innsavnaðar sum aprtur av vinnuligari ráðgeving tó eru undantiknar.

Í løtuni ber til at finna tilfar frá CTD-kanningum, sum Fiskaaling hevur gjørt í føroyskum firðum og sundum. Ætlanin er eisini, at Fiskaaling leggur enn fleiri dátur út í næstum, eitt nú um tøðsølt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder