Innanlands

Polarhav og Stjørnan landað í Klaksvík

Parið hevur landað 200.000 pund til Kósina í Klaksvík

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-10-13 22:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir hava landað umleið 200.000 pund, har meginparturin av veiðuni var upsi.

Polarhav og Stjørnan hava fiskað eystanfyri undir Føroyum hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tað var Kósin í Klaksvík, sum tók ímóti lastini hjá parinum, og tá ið liðugt var at landa, fóru partrolararnir aftur til fiskiskap undir Føroyum.


placeholder
placeholder