Innanlands

Bjørt Samuelsen: Eigur at bera til at fáa andstøðuna við

Uppskotið um veiðugjød skal leggjast framaftur eftir ólavsøku

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-27 18:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppskotið um veiðugjøld, sum landsstýrismaðurin legði fram í fyrru tingsetu, fall burtur tá ið løgtingi fór í summarfrí, tí skal uppskotið leggjast fram av nýggjum.

- Uppskotið skal nú leggjast fram av nýggjum, og landstýrismaðurin hevur arbeitt við uppskotinum, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini.

Forkvinnan væntar onkrar broytingar, og sigur eisini at tað er neyðugt fyri at uppskotið skal kunna fáa 17 atkvøur ella meira.

- Vit eru ein minnuluta samgonga, men eg vænti at tað fer at bera til at fáa ein part av andstøðuni við, tá ið tað er rímiliga breið semja um, at man skal hava eitt veiðugjald á tilfeinginum.

Bjørt Samuelsen viðurkennir, at nú tá ið í seinasta tingárinum hjá hesari samgonguni verður skotið í gongd, verður alt eitt sindur truplari, men sigur tó, at samgongan hevur klárað fleiri av teimum stórmálunum, sum hon hevur lagt sær fyri, og tí vónar hon eisini at lógin um veiðugjød verður samtykt stutt eftir at uppskotið er lagt fram.

- Vit fara í gongd við síðsta valskeiðið nú, og tá er alt eitt sindur truplari, men eg vóni at vit fáa hetta avgreitt skjótt, og at andstøðan, ella ein patur av henni eisini er við í tilmælinum.

Seinastu tíðina hava gitingar verið um, at val verður útskrivað í heyst, men Bjørt Samuelsen vónar, at samgongan fer at halda alt samgonguskeiðið, men viðgongur at avbjóðingar eru fyri framman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder