Innanlands

Sandoy Seafood ikki barentshavstosk fyri neyðini

- Tað harmar meg, at Sandoy Seafood skal brúkast sum kúbein at rættvísgera russlandssáttmálan, sigur eigarin av virkinum. Fíggjarleiðarin segði annars fyrr í vikuni, at tað hevði verið ein katastrofa fyri virkið, um avtala ikki varð gjørd

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-30 10:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eigarin av Sandoy Seafood, Ole Nattestad, heldur ikki, at tað hevði verið ein vanlukka, um nýggj fiskivinnuavtalan ikki varð gjørd við Russland. Hann er sostatt ósamdur við útsøgnini hjá Hedvig Winther, fíggjarleiðara í Sandoy Seafood.

80 prosent av tí, sum Sandoy Seafood virkar, er frystur toskur, og helvtin av tí er frá føroyskum skipum, sum fiska í Barentshavinum.

Hedvig Winther, fíggjarleiðari, segði við útvarpið mánadagin, at tað hevði verið ein katastrofa, um fiskivinnuavtalan ikki var.

Men Ole Nattestad heldur, at fiskurin kundi verið fingin aðrastaðni.

- Hiðani eg siti, havi eg ilt við at fáa eyguni á beint nú, at tað skuldi verið nøkur katastrofa ella vanlukka fyri Sandoy Seafood um ikki russaraavtalan kom uppá pláss. Vit høvdu sjálvandi manglað tann fiskin, ja, men vit eru noydd at hyggja aðrar vegir. Sådan er livet, skrivar Ole Nattestad í støðudagføring á Facebook.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hann harmast um, at Sandoy Seafood verður brúkt í valstríðnum.

- Tað harmar meg almikið, nú tað sýnist sum Sandoy Seafood skal brúkast sum kúbein , ja, kanska jarnbrot, fyri at rættvísgera russlandssáttmálan, og misbrúkast til løgtingsvalið.

- Virkið stendur okkum í 61 milliónum krónum í dag. Eingin króna er lánt, uttan frá mær sjálvum. So enn hava vit ikki neyðurviliga fyri neyðini, at fáa olmussu frá Putin, sum onkur hevur skotið mær í skógvarnar hesar seinastu dagarnar, sigur Ole Nattestad.

Hann hevur onga viðmerking til, um tað var rætt ella skeivt at gera avtalu við russar, men tað var meira katastrofuna sum hann vildi peika á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder