Innanlands

Tyrlan eftir sjómanni í gjárkvøldið

Ein maður fekk skaða, tá Fagraberg fekk ein sjógv norðanfyri Føroyar seint í gjárkvøldið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-12-03 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tyrlan hjá Atlantic Helicopters var í gjár eftir einum sjómanni, sum hevði fingið skaða.

Í gjárkvøldið beint áðrenn klokkan hálvgum ellivu varð boðað frá, at ein maður umborð á Fagraberg hevði fingið skaða, tá skipið fekk ein sjógv.

Skipið var statt 240 fjórðingar norðanfyri Føroyar, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Skaddi maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder