Innanlands

Akraberg sett kós móti Føroyum við fullari last

Verksmiðjutrolarin Akraberg verður eftir ætlan á Fuglafirði hóskvøldið

Akraberg (Savnsmynd: Tórik Ruah)

Akraberg (Savnsmynd: Tórik Ruah)

2023-04-18 21:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg sett í dag kós heim móti klettunum.

Talan er um 1100 tons av frystum botnfiski, har meginparturin av veiðuni er toskur. 

Umframt frystan fisk, er eisini talan um 520 tons av súrløgu.

Akraberg fór úr Føroyum tann 1. mars, og fiskiskapurin heuvr verið góður hendan túrin. 

Seinasta túr landaði Akraberg veiðuna í Klaksvík, av tí at pláss var ikki í Fuglafirði, men hesaferð verður ikki so. 

Akraberg verður á Fuglafirði hóskvøldið, um alt gongur sum ætla.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder