Innanlands

Arbeiða við ætlanunum um at byggja eitt nýtt par til Faroe Origin

Reiðarríið Faroe Origin í Runavík arbeiðir við ætlanum um at byggja eitt nýtt par fyri Rók og Lerk, sum vórðu seldir í november í 2021

Rókur og Lerkur vórðu seldir av landinum í 2021 (Mynd: Føroyska SJómansmissiónin)

Rókur og Lerkur vórðu seldir av landinum í 2021 (Mynd: Føroyska SJómansmissiónin)

2023-05-22 19:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Faroe Origin átti, aftaná søluna, tvey pør eftir, sum landaðu til virkið í Runavík.

- Faroe Origin arbeiðir í løtuni við ætlanunum um at byggja eitt nýtt par, sum skal avloysa partrolararnar Rók og Lerk, sum vórðu seldir av landinum í 2021, men enn er hetta einki meira enn ætlanir, sigur Dávid Jacobsen frá Varðanum, sum eigur ein part av Faroe Origin.

Dávid Jacobsen fortelur víðari, at felagið hevur fingið tekningar frá trimum skipasmiðjum.

- Vit hava fingið tekningar frá trimum ymsum skipasmiðjum. Einari í Spania, einari í Danmark og so hava vit eisini fingið eitt uppskot frá Mest her í Føroyum, sigur Dávid Jacobsen.

Hóast talan bert er um tekningar, og einki ítøkiligt enn, so viðgongur Dávid Jacobsen, at um nakað skal gerast fyri at varveita loyvini, so má okkurt gerast skjótt.

- Skipini vórðu seld í november í 2021, og nú hava vit skjótt juni í 2023, so vit hava nakrar fáar mánaðir eftir, um vit skulu varveita rættindini, sum vit yvirtóku tá ið vit keyptu skipini við loyvum frá Faroe Seafood, sum fór á heysin fyri nøkrum árum síðan, sigur Dávid Jacobsen til endans við Fiskur.fo.

Umframt Rók og Lerk, sum Faroe Origin keypti á sinni, keypti felagið eisini pørini Stelk og Bak, sum er bygt í Spania í 2002 og Heyk og Falk, sum er bygt í Spania í 2007.

Av tí talan enn bert er um tekningar og einki meira ítøkiligt, vil Dávid Jacobsen ikki siga hvat hann hugsar at eitt slíkt par fer at kosta at byggja, men sigur at tað avgjørt hevði verið spennandi at bygt í Føroyum, um hetta var kappingarført, og heilt sikkurt nakað, sum Faroe Origin hevði kunna funnið uppá. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder