Innanlands

Gamli Jupiter landar svartkjaft í Fuglafirði

Gamli Jupiter kom í gjár á Fuglafjørð við 2.000 tonsum av svartkjafti

Gamli Jupiter (Savnsmynd)

Gamli Jupiter (Savnsmynd)

2023-05-23 21:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gamli Jupiter kom á Fuglafjørð í gjár við 2.000 tonsum av svartkjafti, har mest sum alt skal landast til Havsbrún.

Gamli Jupiter hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Nógv tann størsti parturin - 1.800 tons verður landað til Havsbrún, og restin til Høvdavirkið í Leirvík.

Nú eru nøkur fá uppsjóvarskip eftir á svartkjaftaveiðu. Okkurt uppsjóvarskipið er farið at leita eftir makreli, og nøkur liggja og gera ymsikt viðlíkahaldsarbeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder