placeholder
Innanlands

Jaspis og Ametyst hava landað í Havn

Partrolararnir hava landað 210.000 pund í Havn í dag

Jaspis og Ametyst hava landað í Havn í dag (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jaspis og Ametyst hava landað í Havn í dag (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-06 22:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Jaspis og Ametyst hava í dag landað 210.000 pund til Barðið í Havn.

Parið hevur fiskað eystanfyri hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Nógv tann størsti parturin av veiðuni var upsi. Tá ið parið hevði landað varð riggað til at fara nýggjan túr undir Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder