Innanlands

Tróndur í Gøtu fer nú á sildaveiðu

Tróndur í Gøtu fór úr dokkini á Skála í gjár, og setti kós móti Fuglafirði. Skipið er nú málað myrkari, og seinni skal yvirbygningurin eisini skifta lit. Varðin ætlar at øll skipini skulu hava sama lit sum Gøtunes

Tróndur í Gøtu er málaður nýggja bláa Varðalitin. Skipið hevur nú sama lit, sum Gøtunes. Seinni verður hann málaður nýggja ljósa Varðalitin upp á mastratopp. (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu er málaður nýggja bláa Varðalitin. Skipið hevur nú sama lit, sum Gøtunes. Seinni verður hann málaður nýggja ljósa Varðalitin upp á mastratopp. (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-07 07:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tróndur í Gøtu hevur seinastu vikunar ligið á Skála, har skipið er málað, og annað viðlíkahaldsarbeiðið gjørt við skipið.

Í gjárkvøldið fór Tróndur í Gøtu á Fuglafjørð, har skipið skal taka ymsa útgerð umborð áðrenn skipið fer á sildaveiðu í føroyskum sjógvi.

Tróndur í Gøtu fer til fiskiskap so skjótt útgerð og annað er komið umborð.

Gøtunes, sum eisini hoyrir til Varðan, fór í dokkina á Skála í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder