Innanlands

Jupiter hevur landað sild í Fuglafirði

Jupiter landaði í gjár 800 tons av sild í Fuglafirði

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-09 07:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter, úr Kollafirði, hevur landað 800 tons av sild í Fuglafirði.

Jupiter hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at veiðan varð landað í Fuglafirði, og síðani koyrd til Høvdavirkið í Leirvík, sum keypti veiðuna.

Jupiter fór av Fuglafirði um middagsleitið í gjár, og fór á Kollafjørð, har skipið skal liggja til tað fer aftur til fiskiskap seinni í summar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder