Innanlands

Video: Skrokkurin av Finni Fríða sjósettur í Póllandi

Nýggi Finnur Fríði varð um vikuskiftið sjósettur á Karstensens skipasmiðjuni í Póllandi. Skrokkurin kemur til Skagen í august

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-07-21 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at smíða nýggja uppsjóvarskipið hjá Varðanum er komið so mikið langt, at skrokkurin um vikuskiftið varð sjósett.

Talan er um nýggja Finnur Fríða, og hann verður 88 metrar langur og 16,50 til 17,50 metrar breiður. 

Skrokkurin er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Póllandi, og í næstum verður hann sleipaður til skipasmiðjuna í Skagen, har skipið verður gjørt liðugt. Væntandi verður skrokkurin í Skagen um miðjan august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder