placeholder
Innanlands

Felagið Nótaskip: Føroysk reiðarí ikki møguleika at byggja nýtt

- Vit innflyta harafturímóti gomul skip, sum aðrir vilja sleppa av við, tí teir hava bygt nýtt

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-13 16:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey íslendsk reiðarí hava skrivað undir sáttmála við Karstensens Skibsværft um tvey nýggj framkomin uppsjóvarskip. Tað skrivaði fiskur.fo í morgun.

Men spyrt tú Felagið Nótaskip, so er hetta ikki ein møguleiki hjá føroysku reiðaríunum. Tað skrivar felagið á heimasíðuni í dag.

- Vit hoyra nú um dagarnar, at tvey íslendsk reiðarí hava gjørt sáttmála við skipasmiðju í Danmark, um at byggja tvey nýggj framkomin uppisjóvarskip, sum skulu avloysa gomul skip. 

- Tað er ikki ein møguleiki, sum føroysk reiðarí hava. Vit innflyta harafturímóti gomul skip, sum aðrir vilja sleppa av við, tí teir hava bygt nýtt. Veiðigjøldini og uppboðssølurnar drena føroysku fiskivinnuna fyri kapital, skrivar felagið.

- Vinnan hevur góðtikið, at eitt gjald skal lastast fyri rættin at sleppa at fiska, men tað má verða ásett við skili, so vinnan hevur møguleika fyri at endurnýggja seg.

Les eisini: Íslendarar byggja tvey nýggj nótaskip í Danmark

Íslendska veiðigjaldið munandi lægri enn tað føroyska
- Í Íslandi hevur makrelur hevur eitt veiðigjald upp á 19 oyru fyri kilo í okkara peningi. Fyri sild er veiðigjaldið 18 oyru fyri kilo og fyri svartkjaft 7 oyru fyri kilo.

- Samsvarandi gjøld í Føroyum eru 1,0 króna fyri kilo av makreli, 75 oyru fyri norðhavssild og 20 oyru fyri svartkjaft, sigur felagið Nótaskip.

Tróndur í Gøtu er nýggjasta uppsjóvarskip í føroyska flotanum og varð skrásett í 2010 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder