Innanlands

Norðingur landar í Kollafirði

Norðingur hevur fiskað norðanfyri Føroyar hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-14 11:19 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Norðingur kom á Kollafjørð í nátt, har teir skulu landa makrel.

Norðingur hevur fiskað í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 750 tons av makreli, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.

placeholder
placeholder