Innanlands

1350 tons verða landað á Tvøroyri

Tvey uppsjóvarskip skulu landa makrel til Varðin Pelagic

2018-10-12 13:27 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarsipini Tróndur í Gøtu og Tummas T skulu landa makrel á Tvøroyri.

Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í gjár, har teir skulu landa 800 tons av makreli, og í kvøld sleppur Tummas T framat við sínari last, sum er umleið 550 tons av makreli.

Talan hevur verið um hampiligan fiskiskap, og góða stødd - umleið 430 gramm í miðal.

Tá ið skipini hava landað, fara tey aftur til fiskiskap.