placeholder
Innanlands

Norðborg skal landa sild í Ánunum

Verksmiðjuskipið hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi

2018-10-28 14:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norðborg kom á Norðhavnina í dag, har teir skulu landa.

Norðborg hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verð góður.

Upplýst verður, at teir hava 1375 tons av sildafløkum og skráskornari sild.

Eisini hava teir 270 tons av mjøli og 200 tons av lýsi.

Skipari hendan túrin var Jón Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder