2020-05-23 13:00 Author image
Beinta V. S. Hentze 2020-05-23 13:00

Í einum gulum húsum á Frúutrøð í Havn búleikast Elin Lindenskov og maður hennara Høgni Rasmussen. Húsini eru serlig, at síggja til úti frá. Innan er húsini eisini serlig. Helst tað at niðasta hæddin er bert ein gongd ( Við kjallararúmið). Húsini síggja rættliga stór út uttan, men eru eini 150 m3 til støddar. Húsið er í 3 hæddum, har niðasta hæddin er uml 12 m2, miðhæddin er 50 m2 og ovasta hæddin er 85 m2.

Niðasta hæddin hevur eina gongd og eitt kjallararúm. So er trappa upp til miðhæddina. Í miðhæddini er gongd, skrivstova, kamar, vaskirúm, baðirúm og eitt klædnarúm. ( Sum verður kallað walk in closet). Ovasta hæddin, sum er tann stórsta hevur køkur/stova, baðirúm, gestakamar, útistova og arbeiðsrúm.

Arbeiðsrúm má man hava

Høgni hevur sítt egnað firma, sum kallast Høgra. So skrivstovan á miðhæddini er hansara arbeiðspláss. Elin hevur so eitt arbeiðsrúm á ovastu hæddini, har hon stákast við at gera ting til nýnýtslu. Tað sæst beinavegin í arbeiðsrúminum hjá Elini, at henni dámar væl at fáast við nógv ymiskt. Rúmið er fylt við øllum góðum, sum skal brúkast til nýnýtslu. Seymimaskinurnar standa eisini klárar, at takað í brúk. Tað sæst á innrættingini, at Elinsa stóra passion er at verja umhvørvið og brúka sum minst av tilfonginum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

Baðirúm við sjarmu

Sjálvt í baðirúminum sæst, at Elin ikki er sum tey flestu.  So skjótt, sum man kemur inn í baðirúmið á miðhæddini, sær ein tað flotta baðikarið, sum er uppá heilt gamlan romantiskan stíl. Av tí, at eg var púra vekk í hesum baðikarið, spurdi eg hvar Elin hevði fingið fatur á tí. Eisini tí, at eg sjálv leiti eftir tí heilt perfekta baðiðkarinum, til mítt baðirúm. Eg fekk svarið, sum eg hevði vantað. Baðikarið er bílagt uttanlanda frá fyri fleiri árum síðani. Baðirúmið í ovaru hæddini hevur eisini sína persónligu sjarmu. Vaskið er úr grótið, og  Gunnvá Poulsen hevur málað flísarnar á gólvinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Útistova við útsýnið yvir Havnina

Tað rúmið í ovastu hæddini, sum eyga fellur mest á er útistovan. Har er útsýnið fyri allar pengarnar. Ein sær útyvir allan vesturbýin,  miðbýin, keiðini og Argir. Ein sonn perla. Tað er ikki bert útsýnið, sum fangaði mítt eyga, tá eg kom inn í hesa heilt fantastisku útistovuna. Tað var  tann grái lenistólurin við skammlinum, sum eg legði serliga merki til. Eg hugsaði um, at spyrja hvar hann var keyptur, tá Elin segði at hatta var ein av teimum stólunum, sum hon hevði beklætt. Stólurin var komin úr barnaheiminum hjá henni. Enn eitt bevís uppá, hvussu ófør Elin er til hendurnar.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Gestakamar virkar sum spælirúm

Gestakamarið virkar sum bæði sjónvarpstova og spælikamar hjá  ommu og abbabørnini. Teppið á gólvinum er ommudótturin í gongd við at gera burturúr strimlum frá gomlum t-shirtum. Skuffurnar, sum hanga á vegginum sum hillar, eru frá barnaheiminum hjá Elini. Elin hevur málað tær, men upprunahondtøkini eru á enn.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Køkur og stova í einum

Sjálvt um køkurin og stovan er í einum, so er tað soleiðis innrættað at køkurin, er fyr seg. Trappan niðurundir skilur rúmini sundur, so at stovan er fyri seg. Í stovuni er so eitt stórt hvítt skáp, har bæði nýtt, gamalt og brúkt er blanda. Har eru Royal Copenhagen, lopputing, persónlig ting og Mikkelineglas blanda saman. Hesin blandingurin ger, at skápið verður persónligt.  Elin hevur eisini beklætt stólarnar, sum eru í stovuni. Sjálvt tað eina teppið og pútuna í sofuni hevur Elin funnið á loppumarknaða. Hitt teppið hevur mamma Elin bundið burturúr restum.

 

Plantur gevur gott inniklimað

Ein leggur til merkis, at Elin dámar væl at hava plantur/ urtapottar við í síni innrætting. Planturnar spæla sera væl inn í innrættingina, og ger so góða harmoni inni. Eg persónliga dámi væl at hava plantur/ urtapottar runt umkring. So eg legði serliga til merkis tann stóra vakra urtapottin við einum minni urtapottið við síðurnarav beint við trappuna upp og niður. Eisini riggar tað sera væl, at hava fleiri lítlar urtapottar á einum lítlum borðið.

Innrættingin

Elini dámar væl at ganga á loppumarknað bæði her heima og uttanlanda. Hetta sæst aftur í innrættingini, har ”loppurnar” vera blandaðar uppí innrættingina við modernaðum tingum. Elin dugur sera væl, at fáa alt at rigga saman. Nógv av innbúgvinum hevur eina persónliga søgu. Sumt hevur verið í barnaheiminum hjá teimum báðum. Okkurt er keypt frá vinum, sum eisini eru innanfyri ta kreativu verðina. So er annað keypt nýtt til endamálið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

Ljóst og rúmligt

Tað sæst á innrættingini, at Elini dámar væl, at tað er ljóst og rúmligt. Rúmini er sera opin, sum til dømis er bert ein dupult song í hjúnarkamarinum, einki annað. Í vaskirúminium er bert tað, sum skal til fyri at vaska klæðini. Tað sama er í klædnarúminum, har bara skáp eru til klæðini og so er tann eina skápshurðin eitt stórt spegl.

 

Sjálvt um eg haldi at heimið hjá Elini er heilt perfekt, so hevur hon eina aðra meining. Hon bleiv spurd um, hvat hon hevði vilja blívur broytt í húsininum.

Elin sigur frá:

Eg vildi fegin broytt baðirúmið í neðra. Ynski at skifta linoleum út við flísar og eina kummu sum hongur á vegginum. Kundi somuleiðis hugsa mær eitt annað skáp og betri ljós inni í baðirúminum. Ì sjónvarprúminum ætli eg at finna eina sofu, sum er góð at sita/liggja í. Sum kann gerast til song ( sovisofu). Havi leita leingi, men ikki funnið nakra enn.

Eisini bleiv Elin spurd um hon hevði nakað gott ráð innan innrætting til lesaran. Tað hevði hon.

Preið til lesarin

Um eg skal geva góð ráð, so er tað at hugsa teg væl um, áðrenn tú fyllir húsið við møblum og øðrum. Brúka ta tíð tað tekur, at finna tí røttu loysnina. Finn íblástur á netinum, í bløðum, heima hjá øðrum, loppumarknaðum o.s.fr. Vel góða góðsku, sum heldur kanska alt lívið. Vel plantur, sum eru góðar fyri inniklimaði, fyri at skapa stemming og góða luft inni.

Elin fortelur, at ofta eru tingini, sum hon ger í stand skitin og illa farin. Men Elin dugur veruliga at geva tingunum eina sál aftur. Tað var ein stórur íblástur, at sleppa inn til Elina, at hoyra um hennara máta at gera endurnýtslu til Nýnýtslu. Hetta við at endurskapað ting til innrættingina er nakað, sum eg havi tikið til mín. Eg vanti tó ikki, at mín nýnýtsla verður nær í námind av Elinsa.

Hvør er Elin?

Onkur kennir allarhelst Elina fyri hennara tálgasápur og blondulampur, sum hon ger sjálv. Onnur kenna hana fyri nethandilin Elinsa www.elinsa.fo. Har tað ber til at keypa ymiskt, sum er gjørt burturúr endurnýtslu. Tí Elin gongur høgt uppí, at endurnýggja ting. Hetta byrjaði longu í ungum árum, tá Elin fann útav at tað var nógv bíligari seyma/binda úr gomlum klæðum, ístaðin fyri at keypa nýggj. Tá hon so fór at lesa til hondarbeiðslærara, bleiv hon meira tilvitað um tilfari og tilfarsnýtslu. Tað gjørdi at hon fór eftir meira góðari góðsku. Tì góðu góðskuna fann hon oftast úr gomlum tilfarið.

Elin hevur tó ikki nethandilin Elinsa sum livibreyð. Til dagligt arbeiður hon À Dugna har hon vegleiður í teldum og eisini á kreativa verkstaðnum. Á tí kreativa verkstaðnum arbeiða tey næstan bara við endurnýtslu tilfari. Tað lidna tilfari verður kallað nýnýtsla. Høgni hevur sítt egna firma heima, sum kallast Høgra.

[object Object]

[object Object]

Mín eftirmeting

Eftir at hava verið í hesum sera kreativa heiminum, má eg siga at áhugin fyri at brúka endurnýtslu í mínum heimið er voksin. Eina slíka útistovu hevði eg sera fegin vilja havt. Baðikarið í miðhæddini fall eisini í mín smag, so møguliga fari eg at leita á netinum, og prøvað eydnuna. Eisini fari eg at brúka meira plantur og urtapottar í mínari innrætting.

 

Beinta V. S. Hentze