Íslendingar skipa fyri móttøku í Vágsbotni í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

08.06.2018 - 09:41

Mentan > Mentan > Tónleikur

Westward Ho legði í gjár at á Høgukei í góðveðrinum eftir at hava verið í Íslandi og luttikið í Hátíð Hafsins, sum er íslendski sjómannadagurin. 

Á hátíðarhaldinum í gjár segði Annika Olsen, borgarstjóri, at tað hevði eydnast sera væl við luttøkuni hjá sluppini í Reykjavík. Hundraðtals fólk vitjaðu umborð, Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, varð send beinleiðis í íslendskum útvarpi á klingandi íslendskum, og blíðskapurin var øgiligur. 

Í tí sambandi skipa íslendingar fyri móttøku niðri í Vágsbotni í dag klokkan 16.

Sjey íslendingar vóru við sluppini, sum kom á Havnina í gjár, og á móttøkuni fara teir millum annað at bjóða íslendskan mat, og tónleikarin Kristján Kristjánsson, KK, kemur at syngja nøkur løg.