Uttanlands

Kinverjar vilja leita eftir olju á landi í Grønlandi

Ætlanin er at bjóða øki á landi í Grønlandi út til leiting eftir olju og gassi. Tvey kinversk oljufeløg vísa áhuga.

2018-11-09 10:29 Author image
Jan Müller

Tey stór kinesisk oljufeløg, China National Petroleum Corp (CNPC) and China National Offshore Oil Corp (CNOOC), eru áhugað í at leita eftir olju og gassi á landi í Grønlandi. Hetta upplýsa grønlendskir myndugleikar. Talan er um eina nýggja leitiútbjóðing, sum letur upp í 2021. Grønland, sum higartil hevur bjóðað leitiøki út á havøkjum, fer nú at broyta strategi við at bjóða øki út á landi ístaðin. Hetta verður gjørt fyri skjótari at kunna kunna finna kolvetni og harvið eisini skjótari at kunna fáa ágóða av hesum ríkidøminum.

Økini, sum fara at verða boðin út til leiting, eru á Disko oynni og Nuussuaq hálvoynni í Vesturgrønlandi. Hetta sigur grønlendski ídnaðar- og orkumálaráðharrin, Aqqualu Jerimiassen við Reuters tíðindastovuna á einum grønlendskum tiltaki á donsku sendistovuni í Beijing.

Jerimiassen hevði fund við umboð fyri tey bæði stóru kinversku oljufeløgini og eisini við almenna orkustovnin “China's National Energy Administration”. Kinverjar bóðu um at fáa uppfylgjandi fundir eitt nú fyri at tosa um tøkniligar spurningar upplýsti Jørgen Skov Nielsen frá grønlendska orkumálaráðnum.

Hetta er fyrstu ferð, at grønlendsk oljufeløg vísa Grønlandi áhuga. Fyrr hevur kinverska oljufelagið CNOOC havt leitilovyi í Íslandi, men hevur seinni latið tey innaftur. Eitt skifti var felagið saman við Faroe Petroleum, sum eisini hevur tikið seg úr Íslandi.

Sambært aðalstjóranum í grønlendska orkumálaráðnum, hevur jarðfrøðiligi stovnurin í USA, US Geogological Survey, mett grønlendsku olju- og gassgoymslurnar vera uppá 50 mia. tunnur.

Tað eru nøkur ár síðani, at Grønland av álvara lat upp fyri oljuleiting bæði í Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi. Áhugin var stórur, og flestu av heimsins størstu oljufeløgum fingu leitiloyvi. Bara eitt av teimum fór til verka og boraði fleiri brunnar, sum kortini ikki góvu nakað lønandi fund. Felagið Cairn brúkti fleiri mia. kr. tað hevði forvunnið í India til grønlendsku brunnarnar, men tók seg eftir tað úr Grønlandi. Tað hava hini feløgini eisini gjørt.

Eisini á Jarðfeingi í Føroyum verður arbeitt við eini verkætlan, sum miðjar móti at bora á landi. Her er tó talan um eina vísindaliga boring. Endamálið við henni er at kunna áseta, hvussu tjúkt basaltið í Føroyum er. Enn er tó einki ítøkiligt komið fram um ta verkætlanina.