Uttanlands

Útlendsku frálandsskipini dáma væl at koma til Føroya

Flogvøllurin í Vágum fær útlendsk frálandsskip at koma henda vegin at skifta manning

Vos Innovater hjá hálendska reiðaríinum Vroon hevur júst skift manning í Havn. Mynd Jan Müller/Oljan.fo

Vos Innovater hjá hálendska reiðaríinum Vroon hevur júst skift manning í Havn. Mynd Jan Müller/Oljan.fo

2020-01-14 12:19 Author image
Jan Müller

[object Object]

Javnan koma útlendsk frálandsskip, sum arbeiða í grannalagnum, til Føroya at keypa vørur og tænastur av ymsum slag. Alt árið í fjør sóu vit við jøvnum millumbili eyðkendu reyðu frálandsskipini hjá danska reiðaríinum Esvagt koma skúmandi inn gjøgnum Nólsoyarfjørð.

Henda gongdin tykist halda fram í nýggja árinum. Stutt eftir nýggjár legði fyrsta útlendska frálandsskipið at bryggju í Havn. Ørindini vóru at skifta manning. Hóast tað tekur tíð at marknaðarføra eina vøru og ikki minst eitt land, so eru útlendsku reiðaríini, sum eiga skip, ið arbeiða alsamt nærri føroyskum øki á Atlantsmótinum, seinastu árini  farin at hyggja nærri eftir umstøðunum her. Og her er tað serstakliga eitt, sum dregur, og tað er avbera góða flogrutunetið úr Vágum til umheimin. Hetta hóskar sum fótur í hosu inn í tørvin hjá hesum skipum, ið oftani eru hjálpar- og veitingarskip hjá oljupallum, sum antin leita eftir olju og gassi ella framleiða kolvetni í grannalagnum. Siglingartíðin til lands er í mongum førum eisini stytri til Føroya.

[object Object]

Nú um dagarnar kom so hálendska frálandsskipið “Vos Innovater” hjá reiðaríinum Vroon á Havnina at skifta manning. Jannis Moraites, sum hevur tikið um endan á agentdeildini hjá Faroe Ship, Faroe Ship Agency, er ovurfegin um, at útlendsku skipini koma henda vegin. Hóast hann einans hevur staðið á odda fyri hesi deildini í stutta tíð, so merkir hann væl, at útlendsku skipini dáma væl at koma til Føroya. Tey virðismeta føroyska undirstøðukervið tað veri seg bæði hýruvognar, gistingarhús og so sjálvandi flogvøllin í Vágum, sum hevur sera gott samband úteftir fleiri ferðir um dagin.

[object Object]

Vos Innovater arbeiðir á Foinaven oljufeltinum, sum liggur nær føroyska markinum og sum var fyrsta oljukeldan vestan fyri Hetland, ið fór undir framleiðslu.

Hóast skipini oftani einans skifta manning, so uppdaga tey kortini, at í Føroyum kunnu tey fáa nærum allar vørur og tænastur frá bunkring til proviantering og eisini umvælingar gjørdar. Og oftast til kappingarførar prísir.

Vos Innovater, ið lá á Havnina í nakrar dagar, kom av Foinaven feltinum har suðuri á Atlantsmótinum. At skip, ið arbeiða so sunnaliga velja at koma til Føroya heldur enn at fara inn í Lervick, Scrabster ella Aberdeen sigur so mikið, at hetta lættir um arbeiðið og hevur minni útreiðslur og kostnað við sær enn at fara í skotska havn. Ein orsøk til at frálandskip koma í føroyska havn er so eisini bretska skattaskipanin, ið loyvir teimum einaferð um árið at fara í útlendska havn og harvið fáa skattafyrimunir í heimlandinum.

Eingin ivi er um, at vit fara at síggja meira til útlendsku frálandsskipini, ið arbeiða í økinum millum Føroyar og Hetland komandi árini. Tað vil so vera nakað, sum fer at gagna føroysku veitingarvinnuni og ikki minst føroyskum havnum, sum í flestu førum hava gjørt seg út til at kunna taka ímóti útlendsku skipunum. Bæði fyri myndugleikarnar og vinnuna hevur hetta týdning, tó at tað enn er í avmarkaðan mun. Nýggja landsstýrið hevur so eisini í sínum skjøldri, at miðjast skal ímóti at halda fram við arbeiðinum at gera Føroyar til ein veitingar- og tænastumiðdepil í Atlantshavi.

[object Object]

Og taka vit so pulsin á gongdini á Atlantsmótinum, so standa fleiri stórar útbyggingar av olju- og gassfeltum á skránni. Longu í ár verður endalig avgerð tikin um at útbyggja stóru Cambokelduna skamt frá markinum. Og um gott og væl eitt ár verður endalig avgerð tikin um enn eina útbygging nærhendis, nevniliga á Rosebank kelduni. Í báðum hesum førum verður tað skjótari og harvið bíligari hjá oljufeløgum og veitarafeløgum at brúka Føroyar sum útgerðarstøð. Aftrat hesum koma so fleiri aðrar útbyggingar á Atlantsmótinum miðskeiðis millum markið og Hetland. So hetta er avgjørt nakað, sum føroysk vinna eigur at seta í framtíðar arbeiðskallendaran.

[object Object]

Tá útbygging fer í gongd á Cambo og Rosebank keldunum komandi árini verður nógv stytri og harvið lagamanni hjá oljufeløgunum at brúka Føroyar sum útgerðarstað. Tað er eisini uppá tal at útbyggja Tornado og Suilven keldurnar longur syðri. Alligin keldan verður útbygd til framleiðslu í løtuni. Sunnan fyri hana síggja vit Foinaven, hvørs hjálparskip var á Havnini herfyri fyri at skifta manning.