Uttanlands

Kreppan noyðir Equinor at spara milliardir

Sama er galdandi fyri onnur stór oljufeløg so sum Total, Shell og Chevron

2020-03-25 16:29 Author image
Jan Müller

Fleiri av heimsins stóru oljufeløgum merkja nú av álvara avleiðingarnar av av einum metlágum oljuprísi og einum minkandi eftirspurningi í kjalarvørrinum á koronasmittuni og fara tí at skerja íløgurnar og fremja stórar sparingar í rakstrinum í 2020. Teirra millum eru Equinor, Total og Shell, øll feløg, sum eru virkin í Norðsjónum og á Atlantsmótinum.

Norska Equinor fremur í løtuni sparingar uppá góðar 30 mia. kr. Hesar koma at raka íløguætlanina hjá felagnum, sum verður skorin við meira enn 20% úr 10-11 mia. dollarum til 8,5 mia. dollarar. Felagið roynir eisini at spara í rakstrinum við 700 mió. dollarum í hesum árinum. Útreiðslurnar til leiting verða skornar við 400 mió. dollarum úr 1,4 mia. til 1 mia. dollarar. Stjórin í Equinor, Eldar Sætre sigur, at felagið er fíggjarliga nóg væl fyri - nú tað er við at fremja fleiri stórar sparingar og broytingar - at klára verandi avbjóðingar frá lágum oljuprísi og koronasóttini.

Við einum oljuprísi uppá 25 dollarar fyri tunnuna kann felagið halda fram við sínum verandi virksemi. Leita vit aftur til 2014 hevði felagið harafturímóti tørv á einum oljuprísi uppá 100 dollarar fyri at kunna halda táverandi virkseminum gangandi.

Keldur: Equinor.no, E24, Energy Watch