Uttanlands

Nýggj kolaorkuverk farin í søguna

Tað verður nevniliga ómøguligt at fáa fígging til kolaorku í framtíðini siga politikarar og orkustovnar

Soleiðis ímyndar ein listarmaður sær komandi kolanámið í Cumbria í Bretlandi.

Soleiðis ímyndar ein listarmaður sær komandi kolanámið í Cumbria í Bretlandi.

2021-05-16 15:59 Author image
Jan Müller

Eitt av málunum, sum fer at vera raðfest høgt á komandi veðurlagsstevnuni Cop26 í Glasgow í november, verður heilt at fáa bilbukt við nýtsluna av koli til orkuveiting.

“Kol hoyrir fortíðini til og er søga”. Hetta sigur fyrrverandi bretski ráðharrin Alok Sharma og nú forseti fyri komandi veðurlagsstevnuni í Glasgow í samrøðu við blaðið The Guardian. Stevnan, sigur hann, er okkara seinasta vón at steðga yvirupphitingini og fáa eitt reinari umhvørvi.

Alok Sharma, sum hevur gjørt stríðið móti umhvørvisdálkingini og yvirupphitingini av Jørðini til sítt hjartamál, hevur fyrst og fremst kolanýtsluna í huganum, tá hann umrøður veðurlagsbroytngarnar.

[object Object]

“Kol er tað mest dálkandi av fossilu orkuni, og eg arbeiði saman við stjórnum og altjóða felagsskapum at fáa hesar at steðga fíggingini av nýggjum kolaorkuverkum. Eitt av okkara úrslitum á Cop26 má vera at geva kolinum mønustingin.”

Serstaki veðurlagssendimaðurin hjá amerikanska forsetanum, John Kerry, nemur eisini við kolanýtsluna í heiminum og sigur við BBC, at tíðin er farin frá at brúka kol í orkuframleiðslu, og helst verða eingi nýggj kolaorkuverk bygd, tí fígging fæst rætt og slætt ikki til tey. Hann sigur við BBC, at USA er við at sleppa sær av við kolaorkuverkini og í dag stava 75% av allari  nýggjari  elorku í USA frá varandi orkukeldum.

Eisini aðalskrivarin í ST eins og orkustovnurin IEA raðfesta kol sum ta størstu hóttanina móti veðurlagnum. Í hesum sambandi hava ætlaninar at byggja eitt nýtt kolanám í Cumbria í Bretlandi møtt sera stóra altjóða mótstøðu, serstakliga nú Bretland skal vera vertur fyri komandi veðurlagsstevnuni í Glasgow í november.

Verður nýggja kolanámið veruleiki, so verður tað fyrsta av sínum slag í meira enn 30 ár. Atfinningarnar, sum eru ímóti sitandi bretsku stjórnini, at hennara gerðir ikki fylgja lyftunum um eina grønari framtíð, hava gjørt, at námsverkætlanin aftur er til almenna hoyring.