Fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár minkaði útlátið av vakstrarhúsgassum í fjør. Útlátið í 2022 var 1,0 millión tons í í CO2 eindum. Tað er 6 prosent minni enn í 2021.
Tað upplýsir Umhvørvisstovan, sum júst hevur latið út frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassum fyri árini 1990 til 2022.
Orsøkirnar til minkingina eru fleiri. Høvuðsorsøkin er, at elframleiðslan í størri mun í 2022 enn í 2021 stavaði frá varandi orkukeldum. Serliga eru tað nýggju vindmyllurnar í Porkeri og á Gellingarkletti, sum gera mun. Eisini varð meiri framleitt úr vatnorku í 2022 enn í 2021.
Aðrar orsøkir til minkingina av útlátinum eru, at húsarhaldini brúktu 9 prosent minni olju og akførini 4 prosent minni í 2022 enn í 2021.
Samlaða útlátið var rættiliga støðugt frá 2001 til 2016. Frá 2016 til 2021 vaks útlátið á hvørjum ári. Vøksturin var størstur í 2017, men minkaði síðani líðandi fram til 2021. Í 2022 kunnu vit siga, at gongdin vendi, skrivar Umhvørvisstovan.
Myndin vísir samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2022, í tons av CO2 eindum.
Um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum verða taldar við í uppgerðina, var minkingin í útlátinum heili 14 prosent. Stóra minkingin kemst av, at útlendsk skip hava keypt munandi minni olju í Føroyum í 2022 enn í 2021.
Myndin vísir, hvussu útlátið er býtt millum bólkarnar. Meginparturin av útlátinum er frá nýtslu av olju, sum aftur kann skipast í átta brúkarabólkar. Blái parturin av myndini vísir býtið millum brúkarabólkarnar.
Fiskiskip eru størsti brúkarabólkurin (bæði føroysk og útlendsk). Prosenttalið er nakað lægri enn undanfarin ár, sum serliga er tí, at útlendsk fiskiskip hava keypt 42 prosent minni olju í 2022, men eisini, at føroysk fiskiskip brúktu 9 prosent minni olju í 2022 enn í 2021.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna (Savnsmynd)
- Eru komin á rætta kós
Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, fegnast um, at gongdin nú er vend.
- Hetta vísir, at vit eru við at koma á rætta kós. Nú fara vit undir at gera fleiri og størri átøk, so vit síggja eina munandi minking komandi árini, sigur hon á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum, og leggur afturat:
- Bara í ár fremja vit 7 av teimum 25 átøkunum í veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið hevur samtykt. Næsta ár fremja vit minst 10 afturat. Nú mugu vit venda vit gongdini saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald