Uttanlands

Amerikanski staturin Kalifornia stevnir oljufeløgum

Fyri at vera orsøkin til milliarda skaðar og fyri at villeiða almenningin

2023-09-16 16:05 Author image
Jan Müller

Kalifornia, sum hevur verið rakt av herviligum náttúruvanlukkum seinastu árini, hevur gjørt av at stevna fimm av teimum størstu oljufeløgunum í USA. Sambært stevningini hava feløgini verið við til at skunda undir veðurlagsbroytingar, sum m.a. hava havt við sær støðugt fleiri eldsbrunar í statinum, har m.a. býurin Paradise varð fullkomiliga lagdur í øsku. Hetta skrivar E24 sambært AP og NTB.  

Tey fimm feløgini eru sambært New York Times, Exxon Mobil, Shell, BP, ConocoPhillips og Chevron. Stevningin fevnir eisini um felagið American Petroleum Institute.

Kalifonia sigur í stevningini, at tey fimm oljufeløgini vitandi hava undirmett vandan, sum nýtslan av fossilum brennievnum hava við sær, sjálvt um tey longu í 50-unum vóru greið yvir, at teirra framleiðsla hevði við sær globala upphiting.

Sakarmálið er tað seinasta í eini røð, sum amerikanskir býir, íbúðarøki og statir hava lagt móti oljufeløgum, har grundgevingin er tann sama: at feløgini vitandi um avleiðingarnar fossil brennievni hava á veðurlagið hava roynt at dylja hetta og villeiða fólk um vandarnar.

Kalifornia krevur, at tað verður stovnaður ein grunnur, sum skal rinda fyri skaðar, sum fara at stava frá komandi veðurlagsvanlukkum í statinum, som longu er hart raktur av skógareldum, vatnflóð og øðrum vanlukkum, sum eru knýttar at veðurlagsbroytingum.

Víst verður á í stevningini, at stjórarnir í oljufeløgunum hava í fleiri ár vitað um, at nýtslan av fossilum brennievnum fór at hava avleiðingar, men teir fjaldu hesa vitan fyri bæði almenninginum og politikarum við at koma við skeivari kunning.

Hetta er so eisini orsøkin til, at stig til at steðga veðurlagsbroytingunum eru komin alt ov seint og hava tí havt við sær stórar skaðar og útreiðslur fyri fólk, ognir og náttúrutilfeingi, og tað heldur fram í dag.

Stigtakararnir til stevningina vóna, at hon fer at hava sama úrslit sum væleydnað rættarmál móti eitt nú tubakksídnaðinum og heilivágsídnaðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald