Uttanlands

Byggja heimsins størstu vindmylnuhøll í Esbjerg

Høllin, sum er um at vera liðug, er eins høg sum Rundatorn í Keypmannahavn

Risahøllin í Esbjerg, sum skal hýsa stórum vindmyllum. Mynd Søfart

Risahøllin í Esbjerg, sum skal hýsa stórum vindmyllum. Mynd Søfart

2023-09-17 17:01 Author image
Jan Müller

Vindmyllurnar gerast størri og størri, og tað setir stór nýggj krøv til umstøðurnar, har myllurnar verða lagdar á goymslu og seinni savnaðar. Til tess at ganga hesum tørvinum á møti er havnin í Esbjerg í ferð við at byggja eina risastóra høll, sum er 35 metrar høg og harvið kann húsa einum stórum bygningi sum Rundatorn. Hetta skrivar Søfart. Høllin er 85 metrar long, soleiðis at tað verður rúmligt til at kunna handfara heilt stórar vindmyllur har í framtíðini.

Esbjerg havn er bert ein av mongum líknandi havnum í Danmark og í londunum kring Norðsjógvin, sum av álvara eru farnar at gera seg út til at kunna vera partur av spennandi og avbjóðandi grønu vindmylnuframtíðini. Alsamt fleiri havvindmylnulundir síggja dagsins ljós og er ætlanin hjá flestu av Norðsjóvarlondunum at byggja út vindorkuna til havs komandi nógvu árini.

Hóast fleiri bakkøst hava verið seinastu tíðina innan vindmylnuvinnuna eitt nú við støðugt hækkandi kostnaðum eins og dýrkandi liðum í allari framleiðslugongdini, so verður kortini strongt á at menna hesa fyri grøna orkuskiftið so týðandi vinnuna.

Esbjerg, sum hevur verið undangonguhavnin í Danmark tey seinastu 50 árini við olju og gassi, ætlar sær ikki at sita hendur í favn, nú størri og størri dent verður lagdur á at menna varandi orkuna. Býurin hevur longu lagt seg eftir at bjóða vindmylnuframtíðini vælkomnari og hevur gjørt stórar íløgur í havnaøkinum og rundan um, har umstøðurnar verða gjørdar so jaligur sum tilber fyri at kunna staðfesta vindmylnuídnaðin í økinum. Haraftrat er eisini umráðandi at brúka havnina til bæði at húsa vindmylnupørtum og har eisini seta teir saman, áðrenn lidnu myllurnar verða fluttar til havs.

Sølustjórin hjá Esbjerg havn, Jesper Bank sigur við Søfart, at við byggingini av tí stóru vindmylnuhøllini fer Esbjerg at kunna bjóða seg fram eisini at taka ímóti vindmylnurisunum, sum fara at gerast alsamt fleiri komandi árini.

Esbjerg Havn hevur gjørt eina stóra íløgu í hesa bygging uppá meira enn 100 mió. kr. Bygningurin verður so leigaður út til vindídnaðin. Í stóru hølini verða goymslumøguleikar eins og umstøður til at seta saman vindmyllur. Fyrsti leigarin verður stóra vindorkufyritøkan Siemens Gamesa.  Roknað verður við fyrstu vindmylluni í nýggja bygninginum 16. november. Tað er í sambandi við Thor havvindmylnulundina.

Talan er um bygning, har alt er gjørt fyri at taka hædd fyri sera nógvu vektini. Alt er sera stórt og tungt sigur ein av teimum, sum stendur fyri byggingini við Søfart.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald