Uttanlands

Gitingar um at Shell og BP kunnu leggja saman

Samanleggingar og yvirtøkur í orkuheiminum alsamt vanligari

2023-11-18 22:40 Author image
Jan Müller
Herfyri keypti amerikanski orkurisin ExxonMobil eitt stórt orkufelag, og eftir tað keypti enn ein amerikansku orkurisi, nevniliga Chrevron upp eitt í Føroyum kent oljufelag, Hess. 

[object Object]

Stór uppkeyp,  á altjóða oljumáli  nevnd “mega-merger” gerast alt meira vanlig í orkuheiminum. Herfyri keypti  oljufelagið Chevron  kenda oljufelagið Hess fyri 53 mia. dollarar, stutt eftir at størsta orkufelagið í heiminum ExonnMobil hevði keypt upp eitt stórt oljufelag, Pioneer Natural Resources fyri 60 mia. dollarar. Tað var størsta uppkeypið hjá Exxon í 25 ár eftir, at felagið keypti Mobil Oil.

[object Object]

Orkusøgan hevur verið full av uppkeypum og samanleggingum. BP keypti upp Amoco, Chevron keypti Texaco og Total keypti ELF. Nú verður gitt, at tvey av heimsins størstu orkufeløgum, Shell og BP kunnu fara  í samráðingar um samanlegging.

Hetta eru leysatíðindi, sum eru farin at ganga í Bretlandi, har bæði hesi stóru orkufeløgini hava sínar høvuðsskrivstovur og hoyra til. Tað verður tosað um, at BP hevur verið rakt av fleiri óhepnum hendingum í seinastuni eitt nú tá stjórin Bernard Loony bráddliga varð koyrdur úr starvinum.

[object Object]

Slíkar hendingar kunnu vera við til at skaða fyritøkuna soleiðis at hon stendur veikari, um annað felag kundi hugsað sær at keypt. Hildið verður at tað hevði tænt Bretlandi best, um BP og Shell løgdu saman heldur enn at BP varð keypt upp av hinum orkurisanum.

Longu í 2004 gingu søgur um, at BP ætlaði at leggja saman við Shell. Hóast táverandi stjórin sá slíka samanlegging sum sera skilagóða, vóru fleiri av nevndarlimunum ímóti. Í dag hevur Shell eitt marknaðarvirði uppá 180 mia. pund, eitt virði dupult so stórt sum BP. 

Kelda: Financial Times, The Telegraph

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald