Uttanlands

Bretska stjórnin betrar umstøðurnar fyri havvindorku

Avgerð hjá bretsku stjórnini at betra um møguleikarnar fyri at fara undir menning av eitt nú havvindorku í bretskum sjógvi vera væl móttiknar í m.a. Hetlandi.

2023-11-19 16:35 Author image
Jan Müller

Eftir eina nærsagt vanlukkuligari útbjóðing  fyrr í ár av økjum til havvindorkuútbyggingar í bretska partinum av Norðsjónum, hevur bretska stjórnin nú tikið annað skinn um bak og fer at betra munandi um umstøðurnar hjá íleggjarum at fara undir nýggjar havvindorkuætlanir.

Avvarandi myndugleikar, sum  áður hava undirmett sjálvan búskapin í hesi nýggju vinnu, settu heilt órímulig krøv til íleggjarnar um m.a. prísleguna í seinastu útbjóðing við tí úrsliti, at eingin søkti um loyvi. Hetta vil stjórnin nú broyta og hevur lagt upp til eina nýggja útbjóðing, sum vónandi fær fleiri stórar fyritøkur at vera við aftur.

[object Object]

Hetland fengast um avgerðina hjá stjórnini at betra um treyirnar fyri havvindorku, sum kann hava við sær, at milliónir av húsarhaldum í øllum Bretlandi kunnu fáa atgongd til varandi og burðardygga orku. Hetland, sum hevur lagt stóran dent á útbygging við vindmyllum á landi, ynskir at áhugi eisini verður at byggja út havvindmylnulundir, nú tørvurin á streym til bæði húsarhald og ídnað eins og til verandi og nýggja orkupallar bæði eystan og vestan fyri oyggjarnar. Ma. fer Rosebank oljukeldan eystan fyri Føroyar at hava tørv á nógvum streymi til framleiðsluna frá eitt nú vindmyllum á landi og á sjógvi. 

[object Object]

Fyri at fáa gongd á aftur hevur stjórnin økt um prísin fyri offshore vindorku við 66%. Hesar nýggju treytirnar fáa virkna frá í komandi ári. Ídnaðarfelagið Renewable UK sigur, at hetta fer at skunda undir risastórar íløgur í havvindorku longu í 2024.

Felagið sigur, at roknast kann við 10 nýggjum verkætlanum, nóg mikið til at framleiða orku til 8,5 mió. húsarhald hvørt ár.

Tingmaðurin í bretska parlamentinum fyri Hetland og Orknoyggjar, Alistair Carmichael  tekur sera væl ímóti nýggju royndunum hjá stjórnini at fáa gongd á aftur útbjóðing til havvindorku. Hann heldur tó, at  tað hevur gingið alt ov seint hjá stjórnini at koma víðari við grøna orkuskiftinum.

-Men nýggja prísskipanin fer at byggja upp aftur álitið millum íleggjarar, sigur hann við Shetland Times.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald