Uttanlands

Orkufeløg: - Biden hóttir amerikanska LNG ídnaðin

Herfyri gjørdi amerikanski forsetin Joe Biden av at steðga loyvum til nýggjar LNG útflutningsterminalar

2024-02-10 16:50 Author image
Jan Müller

Avgerðin hevur fingið amerikonsku orkuvinnuna at rópa varskó og heitir á forsetan um at taka avgerðina aftur, tí hon kann fáa álvarsligar fylgjur fyri álitið á hesum so týðandi partinum av orkuvinnuni ikki bert í USA men í øllum heiminum.

Umframt at  hon fer  at hótta ein týðandi orkuídnað fer hon  harvið eisini at hótta orkutrygdina í Evropa, sum í løtuni í stóran mun byggir á veitingar av LNG gassi úr USA. Hetta kemur ístaðin fyri innflutningin av gassi úr Russlandi. 

[object Object]

Stjórarnir í bæði Shell og ExxonMobil hava átalað avgerðina hjá Biden um at seta kíla í LNG orkuídnaðin. Grundgevingin hjá Biden fyri at áleggja síni orkuumsiting um at taka stig til at seta LNG vinnuna á “pausu” er fyri at kanna, um vinnan ger nóg mikið til tess at minka um útlátið av CO2 í sambandi við sína framleiðslu og útflutning. 

[object Object]

Orkuvinnan vísir á,  at USA við at minka um álitið á LNG sum týðandi orkuveiting eftir russisku innrásina í Ukraina, fer at gera  tað torførari at fáa gongd á royndirnar at minka um nýtsluna og framleiðsluna av koli. Hetta skrivar Financial Times. Tess minni av amerikonskum LNG verður á marknaðinum, tess torførari verður at sleppa av við kol í orkuframleiðsluni. 

- Amerikanskt LNG er gott fyri USA, tað er við til at skapa arbeiðspláss og tað bøtir um handilsjavnvágan. Tað er gott fyri okkara sameindu, sum leita eftir orku til at avloysa innflutningin úr Russlandi, og tað er gott fyri umhvørvið, tí tað í mongum førum er tað rætta til at avloysa kol sigur umboð fyri enn eitt stórt orkufelag, Chevron. 

Avgerðin at steðga viðgerðini av nýggjum loyvum til LNG framleiðslu verður tulkað sum ein roynd hjá Joe Biden umsitingini at vinna undirtøku í einum valári frá veðurlagsveljarum, sum siga, at nýggjar milliarda íløgur í nýggjar LNG terminalar fara at gera okkum enn meira heft at fossilari orku í fleiri áratíggju. 

[object Object]

Umboðini fyri orkufeløgini siga, at hóast LNG hevur við sær útlát av CO2, so er hetta munandi minni enn útlátið frá koli og olju. Tølini eru helvtina minni útlát enn kol og 30% minni útlát enn olju. 

Stjórin í Shell, Sawan sigur við Financial Times, at tørvurin á LNG fer at halda fram at vaksa. Tað hevur stóran týdning bæði fyri Evropa og partar av Asia og hevur ein týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum, nú m.a. lond sum Kina og India brúka gass til tess at fara burtur frá koli og harvið minka um útlátið.  Shell hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 35 mia. kr. um árið í nýggjar LNG vrkætlanir fram til 2025 og at økja um framleiðsluna við 20 til 30% í 2030. 

Shell hevur síðani byrjan framleitt LNG og byrjaði longu at útflyta LNG frá Algeria til Bretlands í 1964 og fór seinni undir at veita LNG til lond í Asia.  Innan ta tíð var gass vanliga mett sum ein óynskt hjáframleiðsla frá oljuframleiðsluni og var vanliga likið út í atmosferuna. Í dag hevur LNG alstóran týdning fyri heimin, og tað ringasta, sum kann henda, er, um onkur nú roynir at skapa misálit á LNG sigur stjórin í Shell. 

Keldur: Energy Voice, World Oil, BBC

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald