Uttanlands

Danska Ørsted í tungum sjógvi

Ein av fremstu grønu flaggberarunum í heiminum, danska vindorkufyritøkan Ørsted, hevði eitt undirskot uppá 20 mia. kr. í fjør og fer helst at siga 800 fólkum úr starvi. Sparast skal 1 mia. kr. Útbýtið til partaeigarar eitt nú danska statin stegðar. 

2024-02-09 18:43 Author image
Jan Müller

Hetta er tíðin, tá árligu roknskapirnir hjá eitt nú orkufeløgum kring heimin verða almannakunngjørdir. Og hetta er eisini galdandi fyri fleiri danskar fyritøkur, sum ganga á odda í grøna orkuskiftinum. Ein teirra og ein av teimum heilt stóru,  Ørsted, sum nú í fleiri ár hevur staðið fyri størstu framgongdini innan varandi orku, fekk ein dyggan framá, tá roknskapurin fyri 2023 varð uppgjørdur. Fyritøkan hevur eitt hall uppá 20 mia. kr. og hevur hetta vánaliga úrslitið longu fingið avleiðingar.

Nevndarformaðurin, Thomas Thune Andersen  fer frá eftir 10 ár í sessinum og tosað verður nú um 800 aðrar uppsøgnir í hesi donsku altjóða fyritøkuni. Stjórin fer 20% niður í løn. Tað, sum serliga hevur merkt roknskapin, eru niðurskrivingar uppá 28 mia. kr. 

Orsøkin til undirskotið er m.a. vaksandi inflatiónin, hækkandi prísir og her eisini ójavna kappingin frá Kina, har grøn orkuframleiðsla fær stóran elmennan stuðul.

Sambært eygleiðarum er ikki talan um eina varandi kreppu í fyritøkuni, tí roknað verður við, at hon uppá longri sikt fer at koma fyri seg aftur og framhaldandi gerast millum tær størstu á eitt nú innan havvindorku í heiminum.

Danski staturin eigur 50,1% av Ørsted, og nú er stóri spurningurin, um stjórnin fer at geva Ørsted eina kapitalinnspræning, ella um privatir íleggjarar fara at seta pengar í Ørsted. Fer staturin ikki inn við nýggjum kapitali kann tað henda, at Ørsted kemur á privatar útlendskar hendur sigur vinnulívsjournalisturin á Børsen, Niels Lunde við Deadline hjá DR. 

Hann sigur, at nú er neyðugt at fáa eina politiska viðgerð av framtíðini hjá Ørsted og heldur, at um danska stjórnin sum størsti partaeigarin fer at seta fleiri pengar í fyritøkuna, fer hon uttan iva aftur at gerast ein tann mest framstandandi altjóða fyritøkan á eitt nú havvindorkuørkinum innan nøkur ár.

Hóast trupulleikarnar, sum hava við sær, at Ørsted tekur seg úr tveimum stórum verkætlanum í USA, Ocean Wind 1 og 2, so fer Østed framhaldandi, hóast nøkur hørð ár, at vera við til at  framleiða nógvar vindmyllur, men tempo í framleiðslu fer niður í ferð fyri, at fyritøkan kann koma fyri seg aftur. Dreymurin um Ørsted sum heimsins fremstu vindorkufyritøku er framvegis livandi, men tað fer bara at taka longri tíð sigur eygleiðarin. 

Hóast stórar avbjóðingar á vindmylnumarknaðinum fylla vind- og sólorka nógv í grøna orkuskiftinum. Av hvørjum 5 kw tímun stava 80% frá vindi og sól, helvt um helvt. Og marknaðurin bara veksur, tó at langt er á mál. Í dag fevnir varandi orka einans 2% av orkuframleiðsluni  og til tess, at hesin parturin skal vaksa meira og skjótari, er neyðugt við stórum íløgum. Eitt nú í feløg sum Ørsted. 

Her koma so verandi olju- og gassfeløg eisini inn í myndina. Teirra tøki peningur og vinnugur hevur longu stóran týdning fyri grøna orkuskiftið, og spurningurin er, hvønn leiklut hesi feløgini fara at hava í framtíðar menningini av grøna orkuskiftinum. Sjálvi vísa feløgini á, at tey gera hvat tey kunnu fyri at minka um útlátið í verandi olju- og gassframleiðslu, og at neyðugt er framhaldandi at gera íløgur í olju og gass, skal møguleiki eisini verða fyri at brúka yvirskotið til íløgur í grøna orkuskiftið. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald