Innanlands

Drekin í Vestmannasundi framleiðir streym inn á netið hjá SEV

Fyrstu kWt eru framleiddir av drekanum hjá Minesto

2024-02-09 17:41 Author image
Sverri Egholm

SEV: Nýggjasti og størsti drekin hjá Minesto, sum hevur fingið navnið Luna, varð settur út í sundið fyri nøkrum døgum síðani, og Minesto boðar í dag frá, at fyrstu kWt eru framleiddir inn á netið hjá Sev.

Niðanfyri er videoklipp frá Minesto, sum vísir 28 tons tunga drekan verða heysaðan av kai kantinum í Vestmanna, sleipaðan út í sundið av sergjørda bátinum, og eisini eru myndir, sum vísa eitt sindur av mekanikkinum inni í drekanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald