Uttanlands

-Vóni at síggja Føroyar aftur á orkumessu í Stavanger

-Tað hevur verið avbera gott at hava Føroyar við á ONS messunum gjøgnum árini  og vóni eg, at tit skjótt koma aftur.

Leif Sevland, stjóri á ONS orkumessuni saman við forkvinnuni í

Leif Sevland, stjóri á ONS orkumessuni saman við forkvinnuni í "Offshore Norge", sum er arbeiðsgevarafelagið hjá norskari orkuvinnu. Bæði síggja tey fegin, at Føroyar og føroyingar aftur fara at luttaka ella vitja altjóða orkumessuna í Stavanger í august. Mynd Jan Müller

2024-03-25 17:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur eingin minni enn Leif Johan Sevland, fyrrverandi borgarstjóri í Stavanger og stjóri á ONS orkumessu-tiltakinum síðani 2012  Tá orkan.fo hitti hann á stórum orkufundi í Oslo herfyri, bað hann okkum senda eina heilsan  til føroyingar og Føroyar við vón um, at føroyingar aftur fara at venda eyguni móti søguligu orkumessuni í Stavanger, har Føroyar mangar ferðir áður hava luttikið við egnum bási og gomlu sluppini Westward Ho.

-Hetta vóru góðar tíðir fyri okkum norðmenn at uppliva hesar livandi og víðskygdu føroyingarnar, sum tá sóu fyri sær eina olju- og gassvinnu úti í havbrúnni sigur Leif Sevland og sendir bæði núverandi og undanfarnum borgarstjórum í Havn, Heðin Mortensen og Leivi Hansen heilsan. 

[object Object]Føroyska Merkið á oljumessu í Stavanger saman við mongum øðrum tjóðum. 

Hann staðfestir og viðurkennur, at føroyingar eftir so mong ár við egnum bási á ONS, brádligu tóku seg aftur, tá m.a. sera lági  oljuprísurin eins og turrir brunnar tóku grundarlagið undan leiting við Føroyar, eins og føroyskar fyritøkur og myndugleikar tá eisini høvdu so nógv onnur jørn í eldinum.

Men hann ásannar samstundis, at nú eru tíðirnar aftur broyttar og vitandi, hvussu nær olju- og gassvinnan nú er við Føroyar, so ivast hann ikki í, at tað er skilagott av føroyingum at venda aftur til bæði ONS orkumessuna í Stavanger seinni í ár og fyri tað eisini til Offshore Evrope messuna í Aberdeen  næsta ár, nú Norra og Skotland eru okkara næstu grannar.

[object Object]Frá undanfarnum ONS tiltaki, har bæði løgmaður Kaj Leo Johannesen og Johan Dahl, vinnuráðharri luttóku. Her hitta teir stjóran í Statoil Helge Lund og Rúna M. Hansen, stjóra í Statoil í Føroyum. Mynd Jan Müller


Hann ivast ikki í, at føroysk luttøka á ONS kann gagna øllum pørtum. -Hetta gongur báðar vegir. Tit hava nógv at læra okkum við tykkara góðu fólkum og handalagi og her ikki minst virðing fyri náttúrini, og vit kunnu uttan iva eisini geva tykkum íblástur, nú olja og gass eru vorðin partur av framtíðar orkumixinum, har varandi orka er vorðin drivarin. Hesi, haldi eg, eiga at kunna virka saman um at røkka grønu málunum eins og minka um útlátið av CO2. 

Sum fyrrverandi politikari i oljuhøvuðsstaðnum Stavnager veit Leif Sevland, hvat eitt orkuskifti krevur og hevur at siga. - Her kunnu tit so sanniliga læra av okkum og vit av tykkum, nú tað frættist, hvussu frammaligar Føroyar eru í grøna orkuskiftinum. 

Hann leggur dent á, at mongu broytingarnar í kjalarvørrinum á grøna orkuskiftinum, merkja so sanniliga eisini eina orkumessu sum ONS. Ein alsamt størri partur snýr seg um varandi orkuhættir so sum vind, sól og aldu- og sjóvarfalsorku fyri bert at nevna nakrar. Alt hetta eigur eisini at vera nakað fyri føroyskar vinnulívsfyritøkur og politikarar at fáa innlit í, og her er ONS í Stavanger í august ein møguleiki.

[object Object]

[object Object] Richard Mortensen frá Mest hevur framløgu um føroyskar veitingarvinnu á føroyska básinum á oljumessu í Stavanger. Mynd Jan Müller

[object Object]Føroyskar fyritøkur eins og myndugleikar hava verið sera virkin, tá talan hevur verið um at luttaka á oljumessum, eitt nú Føroya Tele, sum í dag er partur av virkseminum eystan fyri Føroyar sum veitari til bæði BP og TotalEnergies. 


-Tað hevði verið fantastiskt, um Føroyar aftur komu á ONS. Tit hava so nógva vitan og royndir, tit hava lætt við at skilja tað onnur arbeiða við. At kunna marknaðarføra Føroyar eins og ikki minst tann sosiala partin av øllum samstarvi haldi eg føroyingar eru í eini einastandandi hepnari støðu til at fremja.

Sjálvandi kunnu Føroyar læra nakað av ONS, men ONS kann so sanniliga eisini læra nakað av Føroyum. Bæði fólkini eru havsins fólk og hetta sæst aftur í listini og mentanunum í báðum londum, har vit líta til havs. Tit hava maritima mentan og kenna virðini í  at samstarva við náttúruna.

[object Object]Luttøka á orkumessum í útlandinum hevur eisini verið brúkt til at marknaðarføra føroyskar vørur, list og mentan. 

Leiv Sevland vísir á, at heimurin hevur framhaldandi tørv á olju og gassi og heldur, at kunnu Føroyar lata upp dyrnar fyri leiting serliga eftir gassi, tá hevði hetta verið gott fyri orkutrygdina í heiminum. -Tað er týdningarmikið, at tað eru nettupp lond, sum hava virðing fyri og samhuga við náttúruni, ið fara undir slíka vinnu. Og millum hesi teljast Føroyar.

Leif Sevland kann ikki lata vera við at virða føroyingar fyri at hava klárað seg so væl í heimshondbólti, tá tað m.a. eydnaðist at fáa javnleik móti eini av heimsins fremstu hondbóltstjóðum,  Norra. -Seta tit tykkum fyri at finna serliga gass í undirgrundini eins og vit í Norra hava gjørt tað í fimti ár, so ivist eg heldur  ikki í, at tit fyrr ella seinni fara at koma á mál og harvið geva tykkara íkast til m.a. orkutrygdina í Evropa. 

Til teirra í Føroyum, sum halda, at Føroyar skulu als ikki leita eftir olju og gassi men bara dúva uppá varandi orku, sigur Leif Sevland, at heimurin tørvar alla hesa orkuna tað verið seg bæði olju og gass eins og varandi orku og undirstrikar, at tað verður gjørt eitt stórt ítøkiligt arbeiði fyri at minka um útlátið, nakað, sum ONS ráðstevnan so sanniliga eisini fer at varpa ljós á. -Vilja føroyingar vita meira um olju og gass, um vind- og sólorku, um battaríir ol. so er at koma til ONS, tí alt hetta fara vit at umrøða í heyst. Messan letur upp 26. august. 

[object Object]Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, her á oljumessu saman við umboðum frá Jarðfeingi, Vinnuhúsi og føroyskum fyritøkum. Mynd Jan Müller


Høvuðsmálið á ONS hesaferð, leggur  stjórin aftrat, er at síggja møguleikarnar innan framtíðar orkumenningina. -Vit liva í eini óhugaligari verð í løtuni, tí er málið, skulu vit koma víðari, at síggja møguleikarnar heldur enn forðingarnar. Og her heldur hann komandi útbyggingin av Rosebank kelduni tætt við føroyska markið, avgjørt verða ein  møguleika hjá føroyingum eisini at fáa nakað burturúr. Henda kann vera við til at seta nógvar ringar í sjógvin sigur ONS stjórin og Føroyavinurin Leif Sevland við orkan.fo.

[object Object]Stjórin í FOÍB, Jan Müller handar forkvinnuni í Offshore Norge, Hildeguinn Blindheim tilfar um Føroyar m.a. í orkuhøpi. 

Leif Sevland er ikki einsamallur um at bjóða Føroyum og føroyingum at vitja norska orkuumhvørvið í Stavanger í heyst. Stjórin í Offshore Norge, Hildegunn Blindheim (systurfelag hjá Føroya Orkuídnaðarbólki) sigur seg eisini vóna at síggja føroyingar í Stavanger í august um tað mundið, tá ONS verður hildið. Hon heldur vit sum brøðratjóðir hava nógv at kunna læra av hvørjum øðrum í hesum avbjóðandi orkutíðum. Eisini hon heldur rætta høvi er at síggja møguleikar heldur enn forðingar í teimum so týðandi orkumálunum. 

[object Object]

Á ársfundinum hjá stóra norska vinnulívsfelagnum í Oslo herfyri nýtti stjórin í FOÍB, Jan Müller høvi til at vitja á skrivstovuni hjá Offshore Norge í Oslo og har m.a. kunna um, hvat hendir á orkuøkinum í Føroyum eins og at menna samstarvið millum systurfeløgini.  

[object Object]

Í sambandi við orkuráðstevnufundini hevði FOÍB stjórin eisini høvi til at hitta samtaksstjóran í stórorkufelagnum Equinor, Anders Opedal, og handaði hann honum tilfar um føroyska orkuvinnu og leiting.

Vert er at hava í huga, at tað var táverandi Statoil (nú Equinor), sum ruddaði slóð fyri olju- og gassleitingini við Føroyar - og sama felag er í dag við at menna og útbyggja stóra orkukeldu skamt frá føroyska markinum. Bara tíðin vil vísa, um og nær tann dagur kemur, tá Equinor aftur fer at vísa føroysku undirgrundini áhuga aftur. 

Herfyri  skipaðu FOÍB og Sjóvinnufelagið fyri vitjan av leiðsluni hjá Equinor í Bretlandi, har knýtt vórðu bond millum føroyskar veitarar og Equinor, og har Equinor fólkini eisini høvdu møguleika at vitja Jarðfeingi eins og SEV fyri at verða kunnað um grøna orkuskiftið í Føroyum.

[object Object]Mouritz Mohr, stjóri í Mest og formaður í Sjóvinnufelagnum vísir Equinorleiðslu í Bretlandi umstøðurnar á Skála, tá norski orkurisin vitjaði klettarnar herfyri.  Mynd Jan Müller. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder