Uttanlands

Norra og USA samstarva um mineral

Avtala er júst gjørd millum londini um at fara undir samstarv innan mineral námsvinnu

2024-04-21 21:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú um dagarnar frættist, at Norra, Danmark og Grønland hava tikið stig til samstarv í royndunum at fáa meira vitan um mineral, sum liggja á havbotninum.

Stutt eftir kunnger norska vinnulívsmálaráðið, at tað júst hevur undirskrivað eina avtalu við USA í sambandi við námsvinnu á landi. Norski vinnuráðharrin Jan Christian Vestre hevur júst vitjað í Hvítu Húsunum, har hann hitti trygdarráðgevan fyri altjóða búskap, Daleep Singh.

Úrslitið av fundinum teirra millum er, at Norra skal fara undir eitt strategiskt mineralsamstarv við USA. Norski ráðharrin sigur við E24, at tað er eitt ynski hjá vinnulívinum um eitt samstarv um at menna tilgongdina til krittisk ráevni við  at knýta norskar og amerikanskar virðisketur saman. Hetta samstarvið kann fáa stóran týdning fyri norsk arbeiðspláss sigur ráðharrin og leggur aftrat, at Norra hevur atgongd til nógv týðandi mineral, sum virðisketan í amerikonskum ídnaði hevur tørv á. Her nevnir hann vindorku-, sól og battariídnaðin. 

Hvítu Húsini skriva í eini viðmerking, at avtalan hevur stóran týdning í víðari samstarvinum millum USA og Norra á økinum. Málið botnar eisini í tí lóg, sum USA herfyri hevur sett í gildi um at fáa útlendskar fyritøkur at gera íløgur í grøna orkuskiftið í USA. Her vil USA lata stuðul til verkætlanir í USA, sum vilja tað grøna orkuskiftið, eisini nevnt IRA, Inflation Reduction Act.

Amerikanarar vilja fegnir hava fyritøkur bæði í USA og útlandinum at gera íløgur í grøna orkuskiftið í USA við at lata stuðul. Hetta stigið skal gera USA meira grønt. Og til tess at røkka grønu málunum so tørvar USA tey týðandi mineralini, sum finnast í eitt nú Norra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder