Innanlands

Umhvørvisárinsmeting av vindmyllum vestan fyri Sands bygd í hoyring

Ein vindmyllulund skal eftir ætlan setast upp í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd. Í tí sambandi hevur SEV gjørt eina meting av møguligum árinum, sum ætlanin kann hava á umhvørvið.

2024-04-30 16:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir ætlan verða upp í 7 vindmyllur settar upp í einari ella tveimum røðum. Vindmyllurnar verða í mesta lagi 150 metrar høgar og veingjabreiðið (rotordiameturin) í mesta lagi 117 metrar.

Umhvørvisárinsmetingin kann takast niður her

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.

Her er almenna lýsingin
Freistin at koma við viðmerkingum er týsdagin 4. juni 2024


Kelda: Umhvørvisstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder