Uttanlands

Norra bjóðar vinnuni at tilnevna øki til námsvinnu á havbotni

Norskir myndugleikar hava nú sent innbjóðing til fyritøkur at tilnevna øki á havbotninum við framtíðar námsvinnu fyri eygað

Norra er komið langt við kanningunum av havbotnsmineralum. Nú verður enn eitt týðandi stig tikið til eina komandi námsvinnu. Mynd Sokkeldirektoratet.

Norra er komið langt við kanningunum av havbotnsmineralum. Nú verður enn eitt týðandi stig tikið til eina komandi námsvinnu. Mynd Sokkeldirektoratet.

2024-05-01 12:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Norra er eftir øllum at døma tað landið í heiminum, sum raðfestir námsvinnu á havbotninum fremst, fylgja vit gongdini á økinum. Herfyri samtykti Stórtingið at fara undir nýggja vinnu á norska landgrunninum, har kanningar longu hava víst stórar mongdir av mineralum. Eftirspurningurin eftir hesum mineralum er sera stórur og hevur alstóran týdning fyri grøna orkuskiftið, har hesi mineral verða brúkt í eitt nú battaríum ol. 

Myndugleikarnir hava skrivað til nakrar serstakar fyritøkur og biðið tær útpeika øki, sum tær halda eru serliga áhugaverd í sambandi við námsvinnu á havbotninum.

Tilnevningin snýr seg í fyrstu syftu um at útvega nýggja vitan , sum so aftur skal gera av júst, hvørji øki verða boðin út. 

- Hetta er byrjanin til nakað, sum vit gott kunnu ímynda okkum verður ein nýggj vinna á norska landgrunninum sigur  Torgeir Stodal, stjóri í orkumálaráðnum. Væntandi verður fyrsta útbjóðing latin upp eftir summarfrítíðina í ár. 

Les mer om 1. konsesjonsrunde for mineralvirksomhet på havbunnen

Eisini í Føroyum verður fylgt væl við, hvat hendir í Norra, nú føroyski havbotnurin eisini goymir mineral. Tað er Jarðfeingi, sum stendur fyri kanningararbeiðinum um okkara leiðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder