2024-05-14 12:42
Norska stjórnin leggur upp til at økja peninganýtsluna úr Oljugrunninum til 418,7 mia. kr. Hetta eru 2,7% av virðinum í grunninum. Treytirnar fyri at brúka pengar úr grunninum til at fíggja norska vælferðarsamfelagið eru, at tað í mesta lagi kunnu brúkast upp til 3% av grunsins virði.
Norski fíggjarmálaráðharrin Vedum sigur avgerðin at hækka nýtsluna úr grunninum er røtt. Ein orsøk til økingina er stuðulin til Ukraina uppá 50 mia. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald