Uttanlands

Gass ein av høvuðsmotorunum í danska búskaparvøkstrinum

Gass úr Norðsjónum skal geva danska búskapinum viðvind saman við heilivágsídnaðinum

2024-05-18 17:42 Author image
Jan Müller

Tíðindi/Greining. Vónirnar til danska búskapin eru størri enn nakrantíð skulu vit døma eftir eini nýggjari frágreiðing frá ES-Kommissiónini.  Hon vísir greitt, at búskaparligi vøksturin fer at verða óvanliga nógv hægri enn higartil,  og danska stjórnin væntar nú, at danski búskapurin í ár og næsta ár fer at vaksa nærum tvífalt so nógv, sum hildið varð fyri einans hálvum ári síðani. Og hetta er ikki minst heilivágsídnaðinum og nú endurútbygdu gassvinnuni í Norðsjónum fyri at takka.

Høvuðsmotorarnir aftanfyri hesi gongd eru heilivágsfyritøkan Novo Nordisk og orkufelagið TotalEnergies. Hetta skriva donsku miðlarnir Politiken og Jyllands-Posten í dagsins útgávum. 

Politiken skrivar, at høvuðsorsøkin til jaligu metingarnar av framtíðini er stóra framgongdin hjá Novo Nordisk serstakliga, sum er vorðin størsta fyritøkan í Danmark og ein av teimum størstu í Evropa. Og síðani vísir blaðið til gassvinnuna í Norðsjónum sum enn ein orsøk til jaligu gongdina í búskapinum:

“Forventningen om medvind i den kommende tid skyldes, at Thyra-feltet står til at genåbne, så Danmarks gasforsyning bliver markant forbedret.”

Og enn eitt av stóru bløðunum Jyllands-Posten skrivar m.a. undir yvirskriftini: “ Danmark er blandt højdespringere i ny økonomisk prognose for Europa”, at  “Medicinalindustrien og genåbningen af gasfelt i Nordsøen er med til at placere Danmark blandt de lande i Evropa med de højeste vækstudsigter.”

Við eitt nú upplatingini og nýtímansgerðini og stóru útbyggingini av Thyra gassfeltinum fer Danmark bæði at kunna vera sjálvbjargið við gassi umframt at kunna útflyta gass til onnur lond og harvið vera við til at verja orkutrygdina í Evropa. 

[object Object]

Tað er neyvan nakað forgjørt í at siga, at tað hómast ikki sørt nakað av lagnunnar speisemi og einum paradoksi í hesi gongdini, nú Danmark og her ikki minst danskir politikarar hava gingið undan at raðfesta grøna orkuskiftið og samtíðis mótmæla og mótarbeiða framleiðslu og nýtslu av kolvetni so sum gass og vilja hava onnur lond at venda fossilu orkuni bakið - um somu tíð sum gass nú er vorðið ein av høvuðsmotorunum fyri vøkstrinum í danska búskapinum.  

Ein náttúrlig niðurstøða av hesum má tí neyðturviliga vera, at Danmark gongur bæði inn fyri framleiðsluni av fossilari orku og grønari orku. Tað er tó eingin loyna, at Danmark telist millum tey lond í heiminum, sum er komið longst á grønu orkuleiðini, her m.a. við menningini av vindorku. 

Tað er annars eisini ein sannroynd, at olju- og gassleiting og framleiðsla seinastu fimti árini hava verið eitt høvuðsgrundarlagið undir danska vælferðarsamfelagnum. 

Søgan um Danmark á tveimum orkubeinum byrjaði fyri nøkrum árum síðani, tá landið setti forboð fyri at leita eftir olju og gassi, hóast eingin áhugi kortini var fyri at leita har meira, samtíðis sum tað gav loyvi til framhaldandi olju- og gassframleiðslu fram til 2050. Aftrat hesum gav Danmark tó loyvi til leiting nærhendis verandi orkukeldum.

Um somu tíð hevur Danmark so staðið á odda fyri einum felagsskapi, sum hevur havt sum endamál at fáa onnur lond, sum eitt nú ikki hava nakra oljuvinnu, um ikki at fara undir leiting og tíansheldur framleiðslu. 

Grønland hevur so sum eitt av londunum gjørt av at gevast við oljuleiting men heldur leggja seg eftir øðrum mineralum í undirgrundini. Føroyar hava eisini tikið støðu í hesum máli og hava bæði løgting og landsstýri latið dyrnar standa opnar fyri leiting eftir kolvetnum. Hesum arbeiðir Jarðfeingi undir Vinnumálaráðnum miðvíst við. 

Tað eru tey, sum halda, at Føroyar eiga ikki at leita eftir olju og gassi, tí hetta stríðir ímóti Parísavtaluni og royndunum at sleppa okkum heilt av við fossila orku.

Tað eru so eisini tey, sum halda, at Føroyar eiga at kanna, um tað finst eitt tilfeingi í undirgrundini, herundir meginparturin av løgtinginum og landsstýrið.

Hesi halda, at vit eiga ikki at útiloka okkum frá at vita, um orkumøguleikar eru í undirgrundini, soleiðis at hesir kunnu gerast eitt møguligt framtíðar búskaparbein og harvið geva okkum somu møguleikar sum eitt nú Danmark hevur havt í hálvthundrað ár og í nærum 30 ár aftrat fram til 2050 - at kunna  menna samfelagið  bæði búskaparliga og á vælferðarøkinum - við møguligum kolvetnistilfeingi í okkara egnu undirgrund. 





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald